Krokodilla etið 80 fólk

Myndugleikar og vísindafólk hava fangað eina ovurstóra krokodillu, sum hevur hildið til í Victoria-vatninum í Uganda.

Krokodillan er fimm metrar long og vigar umleið eitt tons, og vísindafólk halda, at hon er um 60 ára gomul. Fólk, sum búgva í bygdunum nærhendis Victoria-vatninum, siga, at tann gamla krokodillan hevur gjørt av við fleiri fólk, og summi vilja vera við, at hon hevur etið ímillum 70 og 80 fólk. Í fiskivinnubygdini Luanga siga tey, at krokodillan hevur etið fimm av teirra fiskimonnum.

Ugandisku myndugleikarnir viðganga, at nógv fólk eru horvin á leiðini, har tann stóra krokodillan hevur hildið til. Nú er hon flutt til eina serliga verndarstøð hjá myndugleikunum.