Krossurin situr djúpt í okkum

- og latum okkum í framtíðini byggja meira á hugburðin, ið flaggdagsmenninir
høvdu segði Anita Næs m.a. í flaggrøðu síni á Tvøroyri í ár

FlaggdagsrøÐa à Tvøroyri 2005, sum Nita Næs í Nesi, Hvalba, helt
?????
Góðu fundafólk!
Onkurvegna tikist tað heilt natúrligt og ikki løgið at hugsa sær, at ein av spírunum til føroyska flaggið, ein av hugskotsmonnunum, ið evnaðu falggið, nevniliga vaks upp júst í Fámjin. Fámjin er ein vøkur bygd, ið fær fólk at hugsa vakrar tankar, og eg ivist onga løtu í, at aldututlið og somuleiðist vesturhavsbrimið og ljósið frá vesturskininum - hevur verið og er gott fyri eina menniskju.
Í einum hvørjum samfelag hevur tað gjøgnum tíðina verið studentar, ið hava klárað at flutt mørk, sum hava skapt virði, ið ríka bæði einstaklingin og samfelagið.
Jens Olivar Lisberg varð føddur í Fámjin 24/12 í 1896. Hann las løgfrøði og hevði tikið fyrsta part, tá ið hann gjørdist sjúkur og doyði 31/8-1920, bert 23 ára gamal. Vinmaður hansara Pauli Dahl sigur, at Jens Olivar hevði stórar ambitiónir um at gerast amtmaður í Føroyum. Hetta kann tikast løgið hjá okkum í dag at hugsa um, tí hvør føroyingur hevði viljað verið ríkisumboðsmaður í dag?
Og somuleiðist eitt sindur ironiskt, tá vit hugsa um, hvørja mótstøðu og stríðslagnu flaggið fekk nógv tey fyrstu árini, har júst amtmaðurin so manniliga vardi og bardist fyri Dannebrog. So ? hóast Jens Olivar var farin, tá flaggið gekk sín líðingarveg, so hevur hann óivað longu í 1919 dugað at sæð, at hetta stríð var neyðugt og við einum føroyskum amtmanni, hevði virðingin fyri teimum virðum, ið vóru okkara felags eyðkenni, verið lættari og óivað rættvísari.
Hóast flaggið, ið Jens Olivar Lisberg saman við vábinginum Thomas Paula Dahl, ið las medisin, og havnamanninum Janus Øssursyni, ið las gudfrøði, var borið fram í 1919, so kann sigast, at tað hevði 20 ár føðingardag, áðrenn tað av álvara fekk fótafesti og felags symbolikk í landinum.
Hesu 20 ár hevði tað kortini sínar smáu sigrar, ávís fólk flaggaðu merkisdagar við merkinum og tóku tað til sín beinavegin. Vit vita, at hetlendingar flaggaðu í samband við føroyavitjan og íslendingar flaggaðu á 1000 ára hátíðardegi teirra, tó vóru øll fløgg niður tikin, eftir at danir mótmæltu at íslendingar skuldu flagga við Merkinum.Og stríð stóðs av hesum her heima. Jú, vit kenna øll søguna um flaggið, um føroysku mótmælini, um Hilbert amtmann, sum mátti býta í grasið, eftir at bretar kravdu, at føroyingar skuldu sigla við føroyskum flaggi krígsárini. Og síðani hevur flaggið vunnið sær frama bæði millum føroyingar og millum tjóðir.
Fyrsta føroyska flaggið seymaði Ninna Jacobsen í 1919, hetta var eitt borðflagg ? til studentarnar. Vit kunnu ímynda okkum kensluna, har føroyskir studentar sita við felagsborð, har føroyska borðflaggið so sára fittligt stendur og boðar frá ljósari tíðum her heima.Hetta er jú í eini tíð, har danskt enn verður prædikað í kirkjunum og somuleiðis verður sungið á donskum. Vit hava ikki vegasamband millum bygdir, breyðristarin,elektriska tannbustin og vaskimaskinan eru als ikki í hugaheimi føroyinga.
Eins og studentarnir í byrjanini av seinastu øld hugsaðu stórt, so er tað enn eins týdningarmikið, at vit eiga ung fólk ? studentar ?, ið tora og vilja og tíma at hugsa stórt.
Hvørt ár hin 25. apríl eru tað ávís støð í landinum, har felagsskapir skipa fyri at samla fólk um Merkið, har vit steðga á, leita aftur-, og frameftir, meðan hugurin ferðast millum fjøll og dalar, lond og høv, alt meðan flagg okkara bleiktrar í eystur og vestur. Hesin árligi felagsskapurin, ið vit flokkast um, er ein av okkara felagsnevnarum, vit kenna okkum aftur í flagginum ? vit kunnu brúka tað bæði inneftir og úteftir. Uttan mun til hvønn átrúnarligan ella politiskan lit vit hava, so hava vit øll somu kenslu fyri Merkinum. Vit vita ? hvør kenslan er, tá Merkið so hábærsliga og virðiliga veitra til okkum og fyri okkum ? bæði í gleði og sorg.
Sum føroyingar eru vit komnir longri bæði sum menniskju og tjóð. Nú í 2005 - spyrja vit ikki longur: Hvør eigur flaggknappin? Vit vita, at vit øll eiga hann, vit virða hann, stongina og vakra flagg okkara, og eiga at gera tað, uttan at leggja alt ov nógvar snævurskygdar tjóðskaparligar avmarkingar í, hví vit gera tað.
Fyri børn okkara er hetta ein søguliga sæð týdningarmiklur dagur. Vit eiga at læra tey at steðga á slíkar dagar, og fortelja teimum um felags eyðkenni okkara. Felags eyðkenni, felags varðar, ið hava tikið nógv ár um at laða, og sum uttan tolsemi og virðing manna millum, skjótir eru at bróta niður aftur. Nú á døgum kunnu vit eftir umleið 30 minuttum, bæði stór og smá, úr allari oynni samlast í Fámjin og syngja saman, um vit skulu á flaggdagshald har. Skuldi abbi mín til Fámjins á flaggdagshald, var tað ein strævin ferð, har hugsast skuldi um verður og vind, farast mátti avstað, meðan tað enn var ljóst o.s.fv.
Tað sum eg haldi kundi verið áhugavert henda flaggsdagin í 2005 à Tvøroyri er, at vit allir suðringar spyrja okkum sjálvar, hvønn felagsnevnara skulu vit suðuroyingar hava - okkaru vøkru oyggj at gagni. Hvat skal vera okkara felags mál?
Her kunnu vit aftur leita til vituga hugburð Jens Olivars. Ì eini útvarps sending endurgav Pauli Dahl; unga kveikjandi og eggjandi fáminingin: Við orðunum: Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki. Soleiðis tók tann ungi studenturin til, sum eigur høvuðsheiðurin fyri, at vit í dag hava okkara føroyska flagg, sigur Pauli Dahl víðari.
Um vit flyta hesa skjótt 100 ára gomlu orðamynd suður til okkum í dag, hvar flýtur so báturin júst nú? Hvussu draga vit eina felags línu? Hvussu er okkara áralag? Og hvat felagsmerki hava vit?
Suðuroyggin, sum í broytingini frá bóndasamfelaginum til fiskivinnusamfelagið - var ein undangongu oyggj, ið tók felagstøk og tók nýggja samfelagsrákið í størsta álvara og tók vinnuliga sæð - sera stór tøk í søgu føroyinga. Er í dag í ongamamma landi, har flest tímalønt fólk eru ørkymlað, tí tey ikki vita, nær næsti arbeiðsdagurin verður, og har suðringar, ið hava leitað sær vitan og førleika í øðrum londum ikki venda aftur til oynna, tí tey ikki kunnu breyðføða sær og familju sínari her.
Eins og Jens Olivar í 1919, hugsaði um týdningin av einum felags merki, á sama hátt hevur vakra oyggj okkara og fólkini, ið her búgva - tørv á einum felags merki. Einum felagsskapi, har vit sum suðringar halda og kenna felagsstev. Men sum gamla skaldið segði:Saman at standa var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivi.
Okkara oyggj manglar ongantíð so nógv sum í dag eitt innihald, hvat skulu vit suðringar liva av, hvør skal okkara uppgáva vera í framtíðar Føroyum? Ì sera nógv ár er kjakast um ymiskar møguligar bygningar við góðum innihaldi. Skilagóð projek eru í fleiri ár strandað, vegna ósemjir um matrikulnummar og kommunumørk, alt vegna ov trongum hugburði og kransakøku figurum, ið ikki hugsa um Suðuroynna sum eina heildarmynd, óansæð 7 kommunur ella ei, men taka støðu út frá sær sjálvum og sínari tíð, sum um teir skuldu livað fyri allar ævir.Tá eitt mál er uppi at venda, ið hevur beinleiðis týdning fyri Suðuroynna, so verður alt ov nógv fokuserað uppá forðingar, alt ov nógv uppá, hvør eigur heiðurin og hvør fær hvat, fær - uttan at missa. Havi ongantíð skilt hugburðin hjá teimum ráðandi, har óttin fyri at missa allatíðina liggur og lúrur. Ein má tora at missa ? fyri at fáa, so einfalt er tað. Og eiga vit í framtíðina at venda eyguni ímóti loysnum og virðum, ið okkara oyggj hevur í førningi sínum og sum byggjast kann víðari á. Latum okkum í framtíðin byggja meira á hugburðin, ið flaggdagsmenninir høvdu!
At standa á Tvøroyri er altíð gott, men skal eg verða heilt ærlig, so hevði eg glett meg til at fáa loyvi til at standa í sjálvum flaggdagshjartanum og bera eina flaggdagsrøðu fram.
Fáminingar eiga at vera stóltir av sínum bygdamanni, ið hevur sett Fámjin á heimskortið sum heimstaður flaggsins, og har var tað, at Jens Olivar í summarfrítíð síni í heimbygdini, vant flaggið á stong og sá tað veittra fyri fyrstu ferð í Føroyum. Og har hongur tað enn á bróstinum í kirkjuni.
Ì flaggsøgu okkara, er tað ein dýrgripur, at vit vita, hvør evnaði flaggið, vita hvar og hvussu tað var til, og at vit sum land eiga fyrsta flaggið og enn hava tað í varðveislu. Hetta er ikki sjálvsagdur ognarlutur hjá øllum londum.
Ì hesu røðu havi eg mest heft meg við felagsskapin og felagskensluna, sum flaggið fer fram í okkum. Við sínum krossmerki, hevur tað eisini røtur aftur í okkara trúarlív, og gevur okkum vón um lív.
Litirnir hava eisini sín symbolikk. Tann hvíti; tað reina í tilveruni, hetta at vit eru trúgv móti næsta okkara. Tann blái; sum ongursvegna ímyndar orku, megi, hav og himmal.Og tann reyði; hjarta sum slær ? blóðrensli og lívið sum gongur og ikki at gloyma, minnir okkum á kærleikan, ið fær alt livandi at blóma og mennast..
Krossurin situr jú djúpt í okkum føroyingum, vit signa børn okkara og kenna okkum trygg við tað.
Tað er so nógv, ið kundi verið sagt til eitt slíkt høvi, at enda fari eg við flaggdagskvøðu at ynskja vøkru oyggj okkara viðvind í seglini aftur. So børn okkara, sum í gerandisdegnum í Suðuroy veruliga mennast sum menniskju av at búleikas júst her, eisini sum vaksin kunnu finna eina meinigi í lívinum og stimbrast sum menniskju við at velja at búleikast í Suðuroy.
Takk fyri at tit lýddu á og góðan flaggdag øll somul!