?Krossvegir? komið á marknaðin

Nýggja føroyska essay-savnið ?Krossvegir?, sum viðger spurningin um viðurskiftini millum átrúnað og politikk, kemur í sølubúðirnar í dag Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki? Er kristindómurin ein fortreyt fyri mannarættindum? Ella hóttir kristindómurin hesi rættindi? Hóttir gudleysa humanisman kristna siðaarvin? Er kristindómurin kvinnukúgandi? Valdu fjølmiðlarnir síðu í sambandi við málið um § 266b?

Aftur og aftur seta slíkir spurningar dagsskránna í Føroyum. Og hvørja ferð, spurningar taka seg upp, sum nema við trúgv og lívsáskoðan, syndrast tjóðin. Sum ein neisti, ið kemur í samband við brennievni, er spurningurin um sambandið millum átrúnað og politikk ein støðug kelda til kjak, stríð, spjaðing og samanbrestir.

Tí vit standa mitt í einum stríði um virði. Einum stríði um, hvørjar meginreglur føroyska samfelagið skal hvíla á.

Fimtan føroyskir høvundar, sum umboða ymisk sjónarmið, siga í nýggja føroyska essay-savninum ?Krossvegir?, sum kemur í sølubúðirnar í dag, sína hugsan um, hvat vit skulu velja ? og hvat vit skulu vraka. Her verða sjónarmið vigað og brýnd. Diagnosur settar. Herðaklapp givin. Ákærur reistar. Flokkar og politikarar settir á ákærubeinkin. Høgg og herðaklapp til føroysku fjølmiðlarnar. Fólkakirkja og fríkirkjur settar undir luppin. Javnstøða og tolsemi vigað. Og kristindómur og gudloysi eftirmett.

Bókin vísir, at føroyingar eru ósamdir um, hvørjum varðum samfelagið skal ganga eftir. Og hon vísir, at stríðið ikki er av.

Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen hava ritstjórnað, Sunva Eysturoy Lassen hevur tikið myndir, og Sprotin gevur bókina út, sum kostar 260 krónur.