Fótbóltur
Hóast tað higartil bara eru spæld trý umfør, so er tað ikki sørt, at tað undan fjórða umfari kennist sum lagnuløta, tá ið ÍF sunnudagin fer at fáa vitjan av KÍ.
Fótbóltslagið í Fuglafirði er heilt gott. ÍF hevur burturúr trimum teimum fyrstu umførunum vunnið seks stig. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti klaksvíkingum, so verður vegurin til málið, sum hjá fuglfirðingum undan kappingarbyrjan var at varðveita plássið í deildini, bara 9-10 stig. Og tað fer ikki at hava minni týdning, at fjarstøðan til KÍ kann økjast til níggju stig.
Tá ið ÍF fyri viku síðani á heimavølli vann oyggjauppgerðina ímóti Skála, sat Sasa Jovanovic skaddur uttanfyri. Hann hevur havt trupulleikar við lærkrikanum, men nú er Sasa tøkur aftur. Hann vandi hóskvøldið fyri fyrstu ferð í hesu vikuni.
Bartal Eliasen hevur undir venjing í hesi vikuni havt trupulleikar í fótinum, men hann verður heilt víst við ímóti KÍ. David Jones býðar framvegis eftir at fáa loyvini upp á pláss. Tískil verður tað aftur hesa ferð Roy Róin, sum fer at hava ábyrgdina á beinkinum. Men tað halda fuglfirðingar ikki vera nakran bága. Tað hevur higartil gingið sum eftir ánni hjá Roy!
Í Klaksvík er fótbóltslagið einki serligt. Tað er framvegis blankt á støðutalvuni, og tap hetta vikuskiftið fer at bera kreppulíknandi støðu við sær.
Eftir avrikið ímóti HB siga teir seg kortini vónað – um hugburðurin verður tann sami – at tað skal eydnast at vinna ímóti ÍF. Sammett við ímóti HB er álopsspælarin Rodrigo við aftur eftir leikbann. Bjarni Jørgensen er langtíðarskaddur, og Harley Bertholdsen er orsaka av vøddaskaða ikki førur fyri at spæla.
Jan Andreasen venur nú við fullari ferð. Hann var á beinkinum ímóti HB, og tað verður hann ivaleyst eisini hesa ferð.
Unglingaspælararnir Álvur F. Christiansen, John Hammer og Eli Simonsen, sum seinast hevði sentralan miðvallar leiklut, verða allir í KÍ hópinum í Fuglafirði.