Krúnprinsurin hevur skrivað undir fyrstu lóg sína

Christian krúnprinsur hevur á fyrsta sinni skrivað undir eina lógarbroyting, meðan hann loysir av sum ríkisovast.

 

Christian krúnprinsur hevur fyri fyrstu ferð skrivað undir eina lóg, meðan pápi hansara, Fríðriku kongur, var á vinnuferð í Póllandi. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Mikudagin 31. januar skrivaði krúnprinsurin undir eina broyting í líkningarlógini.

– I Kongens Navn: Christian. Kronprins, stendur niðast í lógini, sum er endurgivin á Lovtidende.

Sama dagó góðkendi krúnprinsurin eisini við kongaligari fyriskipan, at ráðharrin Morten Dahlin kundi fara í barnsburðarfarloyvi.

Tað er kongur ella ein, ið er í hansara stað, sum skal skriva undir lógir, fyri at tær skulu koma í gildi í Danmark. Sama skipan er ikki í Føroyum. Her er tað løgmaður, sum skrivar undir lógir, fyri attað skulu fáa gildi.

18 ára gamli krúnprinsurin hevur røkt uppgávuna sum ríkisovast, meðan pápi hansara, Fríðrikur kongur, hevur verið á vinnuferð í Póllandi. Vitjanin endaði í dag.

/ritzau/

 

Christian krúnprinsur hevur fyri fyrstu ferð skrivað undir eina lóg, meðan pápi hansara, Fríðriku kongur, var á vinnuferð í Póllandi. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix