Aarhus Fremad hevur havt fíggjarligar trupulleikar at dragast við, men leiðarar og spælarar eru farnir niður í løn, og tað hevur eftir øllum at døma bjargað felagnum. Á vøllinum gekk heilt væl um vikuskiftið. Aarhus Fremad spældi á heimavølli ímóti Hobro, og liðið hjá Krzysztof Popczynski vann ikki minni enn 6-1. Hobro legði seg annars á odda í dystinum, men í seinna hálvleiki rann Fremad teir um koll.