Týdningarmiklu búskaparligu uppgerðirnar úr USA í farnu viku gjørdust sum væntað bjartar, og endurtóku, at hesin búskapurin støðugt betrast. Tí hækkaðu lánsbrævarentur sum heild. Partabrøv stóðu seg væl fleiri av døgunum, men sum væntað ávirkaðu vinningsstaðfestingar, soleiðis at ávísir partabrævamarknaðir nú liggja lægri, umenn lítið, sammett við fyri viku síðani.
Nevndu búskaparligu uppgerðirnar úr USA staðfestu, at útvið 60% av stjórunum í bæði tænastu- og framleiðsluvinnuni nú eru bjartskygdir, og at hesir nú eru fleiri enn fyri mánaða síðani. Týdningarmiklari var, at sokallaða mánaðarliga arbeiðsmarknað-arfrágreiðingin úr USA, aftur hesuferð, gjørdis bjartari enn væntað. Í septembur og oktober eru nú íalt umleið 250.000 arbeiðspláss útvegaði, og hendan gongd íbirtir veruliga eina vón um, at búskaparliga framgongdin í USA nú veruliga kann staðfestast.
Flestu búskaparligu uppgerðirnar í USA, í seinastuni, hava verið framúrskarandi. Hugsandi er tí, at hesar tíðum kunnu linka aftur. Millum annað metur Marknaðarrák, at næstu dagføringarnar av búskaparvøkstrinum sannlíkt vilja fella nakað aftur. Treyðugt so; hesar vilja tó staðfesta eina góða framgongd, men á einum lægri stigi. Hetta kann føra við sær, at lánsbrævarentur og partabrøv, sum í seinastuni er hækkaðar heilt fitt, kunnu fella nakað aftur. Gongdin sum frálíður vil kortini vera hægri rentur og partabrævakursir.
Farna hósdag hækkaði bretski tjóðbankin teirra leiðandi rentu 0,25%-stig. Marknaðarrák metur kortini ikki, at ein slík skal væntast frá evropeiska miðbankanum og hervið heldur ikki danska tjóðbankanum næstu mánaðirnar. Orsøkin er, at enn gongur striltið í evruøkinum; hóast ein glotti er í eygsjón.
Í farnu viku kunngjørdu Cisco og TDC góðar roknskapir, meðan teir hjá GN Store Nord, Lundbeck og NEG Micon gjørdust sonn vónbrot; tí fall KFX vísitalið. Tíðarskeiðið við roknskaparkunngerðum er nú um at verða av. Tó kunngerða m.a. Dell, Siemens og Deutsche Telecom hesa vikuna.
Ein friðarlig vika kann væntast, tí fáar heilt týdningarmiklar uppgerðir verða kunngjørdar. Hugsandi kunnu lánsbrævarentur tískil fella eitt sindur aftur hesa vikuna. Áhugi sýnist at verða fyri partabrøvum. Hinvegin kunnu hesi tí standa seg væl. Stigið á marknaðunum er tó høgt, so sannlíkindi er framvegis fyri vinningsstaðfestingum.