Sparikassin skrivar á heimasíðu sínari, at prísurin á sethúsum í Føroyum framvegis er vaksandi. Í frágreiðingini verður sagt, at í 2006 eru sethúsaprísirnir í Tórshavn og størru plássunum kring landið hækkaðir við í meðal 33%. Aðra staðni hevur prísvøksturin verið 25% verður skrivað. Vøksturin hevur tó ikki ávirkað prístalið hjá Toll- og Skattstovuni fyri prístalsviðgerð av bygningum nevnivert. Hetta er síðani 4. ársfjórðing í fjør økt úr 15,6154 í 15,7788, svarandi til ein vøkstur á gott og væl eitt prosent.