Tá fólkaflokksungdómur 30.januar hevur aðalfund, verður tað millum annað við vitjan úr Konservativ Ungdom í Danmark, sum er ungdómsfelagsskapur hjá systirflokki Fólkafloksins. Umframt at Konservativ Ungdom vitjar aðalfunfin, sum verður í Perluni í Havn 30. januar klokkan 11, hevur Høgravendur Ungdómur set X við A, HUXA, fingið bæði landsstýrismannin í uttanríkismálum, flokksformannin Jørgen Niclasen, og landsstyriskvinnuna í innlendismálum, Anniku Olsen, at koma at halda fyrilsetur.
Fyrrverandi skrivarin hjá Fólkaflokkinum, og núverandi formaður í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, Regin W. Dalsgaard, sum eisini er íverksetari, fer eisini at greiða frá um, hvat tað er at vera ungur íverksetari.
Eyðun Nolsøe, sum er tónleikari, fer at hugleiða um einar frælsar Føroyar, og Óli Breckmann fer at greiða frá føroyskari Fólkatingssøgu úr hansara sjónarhorni.