Tá løgtingsfundurin varð settur í morgun, boðaði formansskapurin frá, at tey høvdu fingið eina fráboðan frá Framsókn, um at Annika Olsen nú var partur av tingbólkinum hjá flokkinum.
Tað var í síðstu viku, at Annika Olsen boðaði frá, at hon tók seg úr Fólkaflokkinum. Tingkvinnan sigur sjálv, at orsøkin til at tíðin sum leysgangari var so stutt, var tí hon fekk eitt gott tilboð frá Framsókn.
- Eg havi hugsa væl og virðiliga um støðuna. Eg hevði gott kundi hugsa mær at brúkt meira tíð, tí hetta er ein øgiliga stór avgerð at taka, at fara úr einum flokki yvir í ein annan flokk. Men nú var støðan soleiðis, at her var ein møguleiki, ið stakk seg upp, og tá man er politikkari, so má man taka sær av teimum tilboðum, ið eru og eg helt, at hetta var tað rættasta at gera nú.
Í samrøðuni við Rás 2 segði Annika Olsen eisini, at tað ikki var eitt stríð um formansskapin í Fólkaflokkinum, ið gjørdi at hon rýmdi.
- Tað sum nú hevur skilt partarnar, er ikki nakað formansval ella formansstríð. Jørgen Niclasen er ein framúr góður politiskur leiðari og framúr góður politiskur telvari, so hetta málið hevur ikki skilt seg um nakað leiðaraskiftið, ella at eg skuldi taka yvir leiðsluna, sum onkur hevur spátt um, men at vit ikki vóru heilt samd um tey politisku málini.
Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.