Kundu havt avmarkað tapið

- Vit kundu kanska minkað um tapið við at spælt meira verjukent og stillað 10 mans aftur í verjupartin, men leisturin, vit hava valt, er ein annar, sigur Jógvan Martin Olsen

- Eg haldi at vit sóu eitt føroyskt lið, ið ikki rakti dagin, og var tað næstan yvir alla linjuna, at vit manglaðu eitt sindur í. Tó vil eg siga, at Jón Rói og Fróði stóðu seg væl mitt fyri, men vóru leveraðir av stikningum frammum. Og tá vit ikki levera vøruna og møta spælarum í heimsflokki, sum eru tendraðir, ja, so haldi eg, at vit sóu ein eyðsýndan mun, sigur Jógvan Martin Olsen eftir stóra tapið fyri Fraklandi.

- Vit kundu kanska minkað um tapið við at spælt meira verjukent og stillað 10 mans aftur í verjupartin, men leisturin, vit hava valt, er ein annar. Vit sóu góðar taktir í nøkrum góðum álopsstøðum hjá okkum, sum ikki góvu mál, men vit máttu gjalda prísin og tapa 0-6. Hetta er ein beiskur biti at svølgja, men tá man í morgin hevur fingið sovið uppá tað, má man taka tað harfrá.

- Hevði Jón Rói skorað við sínum flúgvandi stútara, tá støðan var 3-0, hevði dysturin kanska verið ein annar.


Manglaði nógv í

- Deiligt at síggja Rók av Fløtum Jespersen fáa debut, men eg fari ikki at døma hann í einum dysti, har liðið ikki leverar vøruna. Hevði verið munandi lættari at komið inn í ein dyst, har liðið hevði rakt dagin, men tað gjørdu vit ikki og liðavrikið stendur eftir. Vit manglaðu ein hálvan til ein metur í, og pressspælið var als ikki sum tað skuldi vera og uppbakkningurin ei heldur. Sá út sum vit í hvør sínum lagi royndu ein og ein at gera arbeiðið, og tí koma vit at renna eina øðiliga rúgvu, uttan at tað veruliga hekk saman, sigur Jógvan Martin Olsen

Er hetta eitt formdykk hjá føroysku spælarunum?

- Tað er eitt mál, sum vit ikki hava tosað alment um, men vit fara at hava fund við teir føroysku venjararnar, tá landskappingin er av á hesum sinni, og so fara vit at kunngera tey testúrslit, vit hava tikið, leypandi gjøgnum árið. Men um Magni sigur, at tað eru tendensir til tað, so er nakað um tað.