Kunna almenningin um undirsjóvartunnil

Klaksvíkar kommuna bjóðar í kvøld til almennan fund um undirsjóvartunnilsgerð. Tveir íslendarar fara at greiða frá

Seinastu tíðina hevur prátið um at gera undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð tikið seg uppaftur, og í fjølmiðlunum hevur kjakast verið um hetta.

Málið hevur stóran áhuga í Klaksvík, og í lokalblaði norðoyingar, Norðlýsinum, hevur nógv verið at lisið um hetta mál.

Meiningarnar um undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð eru ymiskar, og tað eru júst tær, sum liggja til grundarlag fyri kjakinum.

Klaksvíkar kommuna hevur í løtuni vitjan av íslendskum gestunum, og tað er ikki tilvildarligt hvørjir teir eru.

Tað eru Gísli Gíslanson og Gunnar Sigurðsson, sum eru ávíkavist borgarstjóri og formaður í býráðnum á Akranesi.

Teir kenna til tunnilsgerðina um Hvalsfjørð í Íslandi, og teir eru komnir til Føroyar at greiða frá tí arbeiðnum, og hvat tað vil siga, at fáa undirsjóvartunnil.


Skipa fyri

tveimum fundum

Í gjárkvøldið var fyrri av tveimum fundum, sum verða meðan íslendararnir eru í Føroyum. Fundurin í gjárkvøldið var fyri innbondum vinnulívsfólki, politikarum, hægri skúlum og øðrum.

Og í kvøld sleppur almenningurin í Klaksvík so fram at, tí kl. 19. 30 verður almennur fundur í Ósaskúlanum, og har fara Gísli Gíslanson og Gunnar Sigurðsson at greiða frá tunnilsgerðini í Íslandi.