Kunna útlendsk miðlafólk um olympisku støðu Føroya

(Rás2) Hoyr ÍSF-forsetan, Elina Heðinsdóttir Joensen greiða frá serligu miðlavitjanini ÍSF hevur í hesum døgum

ÍSF er farið at streingja á at fremja, at Føroyar fáa olympisku viðurkenningina, ið vit søktu um á fyrsta sinni í 1984.

 

Partur av strategiini hjá ÍSF er at kunnað navnfram ítróttarmiðlafólk um støðu Føroya, og hví vit eiga at verða viðurkend sum ein olympisk tjóð.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Elina Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseta greiða frá fjølmiðlavitjanini sum ÍSF hevur í hesum døgum.