Kunna um oljuvinnu

OLJUVINNA: Felagið Transocean, sum eigur boripallin Sovereign Explorer, sum Statoil og Amerada Hess hava leigað til at bora eftir olju í summar, kemur til Føroya at vitja í morgin, hósdagin.

 

Transocean fær allarhelst ein týðandi leiklut á oljuleikpallinum, verður olja funnin við Føroyar.

Í sambandi við vitjanina fer Asbjørn Olsen, marknaðarstjóri hjá Transocean, at hava framløgu um felagið, abeiðið hjá felagnum í Føroyum í dag og um arbeiðið í framtíðini, um olja verður funnin. Framløgan, sum verður í Glyvra skúla, verður fyri virkjum og myndugleikum, sum hava við oljuvinnu at gera.