Í morgin fer P/F Vága Floghavn at kunna um útbyggingina av flogvøllinum í Vágum.
Fundurin, sum fjølmiðlarnir eru bodnir til, verður klokkan 9 í farstøðini á flogvøllinum, har greitt verður frá ymsu møguleikunum fyri leinging av vøllinum og fyri víðkan av farstøðini.
Til fundin eru eisini boðin tingfólk, landstýrisfólk, kommunustýrislimir, samstarvsfelagar og fleiri.
Fundurin er almennur, soleiðis at eisini onnur áhugað kunnu vera við so nógv, sum rúm er fyri.