Kunnandi fund um virðisbrøv

Í gjár skipaði TK-stovan fyri seminari um virðisbrævamarknað, sum arbeitt verðuv við at skipa í Føroyum í løtuni

Áhugin fyri skeiðnum var sera stórur, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í TK-stovuni.

- Tað hevur nakað við tað at gera, at fólk vita ikki rættiliga hvat tað er, at handla við virðisbrøvum, tí tað er eitt ókent fyribrigdi í Føroyum. Tað er so eisini orsøkin til, at vit skipaðu fyri seminarinum, sigur hann.

Ikki færri enn seks ymiskir fyrilestrar vóru á skránni á seminarinum í gjár. Stjórin í Landsbankanum, Sigurd Poulsen, legði fyri við at greiða gestunum frá um endamálið við Virðisbrævamarknaði Føroya, um virksemi og um framtíðarútlitini.

Síðani fór Tryggvi Pálsson, nevndarformaður í Íslendska Partabrævamarknaðinum, á pallin at greiða føroyingum frá íslendsku royndunum, við serligum atliti til fortreytirnar fyri skipanini av einum effektivum og álítandi marknaði.

Um nakar, so hava føroysku peningastovnarnir innlit í føroyskt vinnulív. Hetta brúkti stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen til at meta um feløg, sum kunnu fáa fyrimun av at lata seg skráseta á einum føroyskum virðisbrævamarknaði. Samstundis greiddi hann frá teimum krøvum, sum hesi feløg ? og núverandi eigarar teirra ? mugu vera fyrireikaði at ganga undir.

Ein annar ? nokkso nýggjur ? viðleikari á føroyska fíggjarmarknaðinum er Framtaksgrunnurin. Hansara lutur kann á ein hátt samanberast við lutin hjá smærru íleggjarunum, við tí fráviki, at grunnurin situr við nógvum peningi. Í tí sambandi greiddi formaðurin í Framtaksgrunninum, Wilhelm Petersen frá ávirkanini ið ein virðisbrævamarknaður hevur á framtaksgrunnar, sum gera íløgur í føroyska vinnu.

Vinnan sjálv var eisini umboðað. Anfinn Olsen, sum hevur stjóri í Framherji Sp/F greiddi frá týdninginum sum virðisbrævamarknaðurin hevur fyri vakstrarmøguleikar í føroyskari vinnu. Harumframt metti hann eisini um hvønn týdning tað fer at hava fyri fiskiloyvini at reiðarí lata seg skráseta á virðisbrævamarknaðinum.

Seinasta fyrilesturin helt íslendingurin Bjarni Kristján Thorvarðarson. Hann er stjóri í fyritøkuni Talenta hf, sum m. a. ger íløgur í íslendska vinnu. Tað hann tosaði um var hugtakið »business angels« og tann týdning hesi hava í nýggjum fyritøkum. Harumframt greiddi hann eisini frá teimum krøvum, sum proseffionellir íleggjarar hava til tær fyritøkur, sum teir gera íløgur í.

Tá hesin fyrilestur var liðugur var tíð til spurningar og samandrátt av tí, sum var komið fram.