Henda skipanin er upprunaliga ein donsk skipan, ið eisini er gjørd galdandi fyri Føroyar. Símun Hammer hjá Virkisráðgeving Sp/f er settur sum Íverksetanarráðgevi, og hevur í hesum sambandi eisini eitt tætt samstarv við ta føroysku TK-stovuna.
Í Danmark hava eisini kanningar verið gjørdar av, hvussu nýggjar fyritøkur klára seg eftir 2. árum, við og uttan íverksetanarráðgeving. Úrslitini vístu, at av fyritøkunum ið høvdu nýtt professionella ráðgeving, vóru framvegis yvir 80% væl koyrandi eftir 2. árum, meðan bert 50% av fyritøkunum ið ikki høvdu nýtt professionella ókeypis ráðgeving yvirlivdu tey fyrstu 2 árini. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at danska Vinnuframastýrið hevur valt at menna hesa skipan.
Økini ið ein fær kannað saman við ígongdsetanarráðgevara eru m.a. hesi:
?Ætlanir fyri fyritøkuna.
? Uppsetan av mál fyri fyritøkuna
? Vørur/tænastur
? Vónir til rakstur o.l.
? Hvørjir kappingarneytar ið finnast
? Kundar
? Sølulið: Hvussu/hvør skal selja vøruna
? Marknaðarføring
? Organisasjónskort
? Íløguætlanir
? Fíggjarætlan tey komandi 2 árini.
Ráðgevingin endar við at kanna verður um grundarlag er fyri fyritøkuni, og um so er, verður gjørd ein virkisætlan, ið m.a. kann nýtast yvir fyri bankum og almennum stovnum, tá søkt verður um fígging, loyvir osfr.
Virkisráðgeving Sp/f er ein privat fyritøka við skrivstovu í Runavík, og veitir ráðgeving innan økini Leiðsla, Búskap, Rekruttering, Marknaðarføring og Góðskustýring. Fyritøkan verður rikin á vinnuligum grundarlagi, men er talan um stovnan av nýggjari fyritøku, kann ein soleiðis nú fáa ígongdsetanarráðgeving ókeypis. Informajsón um hesa tænastu verður eisini at finna á internet heimasíðuni hjá Virkisráðgeving, ið hevur adressuna www.konsult.fo/etabler.htm.
Krøvini fyri at fáa hesa ráðgevingina er, at tað veruliga er talan um nýggja fyritøku, t.e. at fyritøkan t.d. ikki verður yvirtikin frá familju, ikki er ein partur av eini aðrari fyritøku og sjálvandi at tað er lógligt virksemi talan er um. Víðari kann tað ikki veitast ókeypis ráðgeving um so er at fyritøkan byrjar innanfyri økir uttan fríða tilgongd (t. d. landbúnaður). Øll vanlig framleiðsluvirkir, tænastuvirkir, handlar o.l. kunnu soleiðis fáa hesa ígongdsetanarráðgeving ókeypis.