Temaið í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til sølu í dag, er hesaferð EIK banki. Vikuskiftis-Sosialurin setur spurningin, um EIK Banki tilvitað hevur roynt at sloppið undan at rinda 90 milliónir í skatti.
Barbara Holm, redaktørur í Vikuskiftis-Sosialinum, tosaði fyrr í dag við Rás2, har hon greiddi frá málinum.
- Bæði Miðlahúsið og Kringvarpið halda, at tað hevur stóra týdning, at hetta málið kemur fyri almenninginum. Við tí, sum vit prenta í dag, og við tí, ið vit fjølmiðlar hava fingið innlit í, so er tað í hvussu so er eingin ivi um, at tað er rættvíst at seta spurnartekin við hvat gongur fyri sær har. Tað sum er í Vikuskiftis-Sosialinum kann í hvørt fall geva eina greiða ábending um, at hetta var ein tilvitað roynd at snýta í skatti.
Tað er serliga í Vikuskiftis-Sosialinum, at nógv verður at lesa um málið.
- Sosialurin í dag kunngerð tann breiða samanhangin. Fyri tey, ið hava áhuga fyri málinum, so eru tað 10 síður um málið, har vit kunngera eina rúgvu av skjølum, ið higartil hava verið loynilig. Bulurin í málinum er í Vikuskiftis-Sosialinum, sigur Barbara Holm.
Hoyr alla samrøðuna við Barbaru Holm við at trýsta á pílin undir myndini.