Tað hevði borið væl til at útvega eini 400 fólkum afturat arbeiði á teimum føroysku fiskavirkjunum.
Tað eru tey á fiskavirking og á Vaðhorn á Eiði samd um, nú fleiri flakavirki kring landið standa gapandi tóm.
Nógvar hundrað hendur sita fyri einki og trilla tummlar og arbeiðsloysistølini ganga bara ein veg og tað er uppeftir.
Samstundis vísa tølini, at næstan 90% av teimum, sum hava mist arbeiðið seinastu mánaðirnar, eru tímalønt verkafólk.
Men bæði Jógvan Gregersen á Vaðhorn og Símun P. Jacobsen á Føroya Fiskavirking, siga, at tað hevði borið væl til at útvega arbeiði til eini 400 fólk á fiskavirkjum kring landið.
Tað, sum teir hugsa um, er at innflyta frystan fisk til at virka í Føroyum.
Neyðugt við stuðuli
Men teir eru eisini báðir samdir um, at skal hetta eydnast til fulnar, verður neyðugt, at landskassin letur eina ávísa upphæd í stuðuli til at keypa frystan fisk fyri, sum síðani kann flytast inn og virkast á føroyskum virkjum.
- Hevði landskassin latið einar 30 milliónir í stuðuli til eina slíka ætlan, hevði tað kanska útvega arbeiði til eini 400 fólk, sigur Jógvan Gregersen á Vaðhorn.
Hann sigur samstundis, at hesin stuðulin hevði komið fleiri ferðir aftur í landskassan, tí tað virksemið, sum hetta hevði ført til, hevði kastað einar 150-250 milliónir aftur av sær til samfelagið í virðisøking.
Símun P. Jacobsen á Fiskavirking er sannførdur um, at tað er rættiliga veruleikakent, at hetta hevði kastað eini 400 arbeiðspláss av sær og hann er púra samdur um, at vinningurin, sum samfelagið fær, er nógvar ferðir størri enn stuðulin, sum hetta hevði kostað landskassanum.
Óavmarkaðir møguleikar
Teir vísa báðir á, at fyri nøkrum árum síðani varð frystur fiskur innfluttur, men tá ið fiskiskapurin hjá føroysku skipunum batnaði aftur, varð stuðulin tikin av og tá datt hetta mestsum niðurfyri.
Men nú fiskiskapurin nú er versnaður aftur, halda teir, at hetta hevði verið ein sjálvsagdur møguleiki at roynt aftur.
Teir hava ikki hug at kalla hetta studning. Teir vilja heldur kalla hetta endurgjald fyri toll og frakt.
- Skulu teir á Vaðhorn innflyta frystan fisk úr Íslandi og Noregi, kostar tað eina krónu fyri kilo at flyta hann til Føroyar, men so kann hann flytast tollfríur á ES marknaðin eftir eini kumuleringsavtalu ímillum partarnar.
Vaðhorn er eitt saltfiskavirki og hjá teimum nyttar ikki at innflyta fisk úr triðjalondum, tí tollurin á saltfiski er alt ov høgur.
Hinvegin hevur Fiskavirking mest flakavirki og tey kunnu innflyta fisk úr triðjalondum, tí tollurin av at selja á ES marknaðinum er tað, sum svarar til eina góða krónu fyri kilo av ráfiski.
So tað, ið bæði Vaðhorn og Fiskavirking tosað um, er, letur landið ein stuðul ið svarar til áleið hálvaaðru krónu fyri kilo av ráfiski, verða fortreytir skaptar fyri at innflyta rættiliga nógvan frystan fisk til Føroyar at virka á virkjunum kring landið.
Bæði Jógvan Gregersen og Símun P. Jacobsen siga, at útboðið av frystum fiski er stórt, so møguleikarnir at keypa eru at kalla óavmarkaðir.
Teir siga eisini, at teir fáa javnan tilboð um at keypa fisk úr Alaska, Russlandi og Grønlandi, men møguleikar eru eisini at fáa fisk aðrastaðni.
- Tað kann gott koma upp á tal at innflyta eini 20.000-30.000 tons av frystum fiski og tað hevði kastað einar 120-150 milliónir av sær í arbeiðslønum til eini 400 fólk, alt eftir, hvat fiskurin verður virkaður til, sigur Jógvan Gregersen.
Símun P. Jacobsen á Fiskavirking nevnir eitt meiri hovligt dømi, at letur landskassin 7,5 milliónur í stuðuli, hevði tað borið til at innflutt 5000 tons av frystum fiski og tað hevði kastað einar 20 milliónir av sær í beinleiðis lønarútreiðslum til flakafólk, umframt alt avleitt virksemi.
- Vit eru í eini støðu, har vit hava eitt arbeiðsloysi sum veksur og har samfelagið hevur brúk fyri inntøkum og tí halda vit, at hetta er ein sjálvsagdur møguleiki, leggur hann afturat.
Les eisini greinina. Kann seta ferð aftur á útjaðaran