Kunnu fáa millióna-upphæddir til gransking

Møguliga útbúgvingar- og granskingaravtalan millum Føroyar og ES kann geva milliónaupphæddir og framúrskarandi møguleikar til føroyska vitunarsamfelagið

ES-avtala

Í dag var landssstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, á ES-fundi í Brüxelles. Endamálið er at fáa Føroyar við í útbúgvingar- og granskingarsamstarvið í ES, og í fyrstu atløgu er talan mest sum um kunnandi fund. Eitt slag av lobbyismu undan felagsnevndarfundinum, sum verður um málið fyrst í desember mánaði.

Granskingin kann blóma
Útbúgving, vitan og gransking eru lutir, sum fáa alt størri týdning í einum nýmótans samfelag, og sambært visión 2015 skulu Føroyar eisini taka munandi stig í so máta komandi tíggju árini.
Og tó at hann ikki vil staðfesta nakað enn, so tykist Jógvan á Lakjuni at vera sannførdur um, at ein ES-avtala á økinum kann gerast eitt veldugt framstig fyri Føroyar í so máta.
- Hetta er sum so ikki nakað spildurnýtt. Við nýggju ES-avtaluni fingu Føroyar møguleika at koma við í útbúgvingar- og granskingarsamstarvið hjá ES. Løgmaður hevur longu verið á fundi um hetta, og nú fari eg so eisini, soleiðis at vit kunnu hava best møguligu kortini, tá rammuprogrammið fyri 2007 verður sett í kortið, sigur Jógvan á Lakjuni.
Men hvat kann hetta ítøkiliga geva okkum?
- Fyrst og fremst, so skapar tað nakrar karmar fyri útbúgving og gransking, sum vit ikki hava áður. Føroyar kunnu við hesum gerast partur av einum stórum og sterkum granskingarumhvørvi, og bara tað í sjálvum sær kann gerast heilt nógv vert.
- Men eg vil leggja dent á, at hetta i sjálvum sær ikki er nóg mikið. Vit mugu framvegis gera eitt aktivt arbeiði, soleiðis at vit søkja at hesum umhvørvinum, og tað haldi eg eisini, at vit verða før fyri. Innan veðurlag, hav- og lívfrøðisgransking áttu Føroyar at havt góðar møguleikar í granskingarhøpi. Og kann hetta menna tann partin enn meira, er nógv vunnið, heldur hann.
Tá talan er um gransking í ES-høpi, er talan ofta um millióna-upphæddir, sum kunnu fáast til vega í stuðuli, men landsstýrismaðurin torir tó ikki at lova nakað sum helst í so máta.
- Tað veldst aftur um, hvussu aktiv vit eru. Føroyar koma so at rinda eitt slag av limagjaldi, um vit koma við í samstarvið. Hetta limagjald verður onkra staðni millum eina og tvær milliónir um árið. Hinvegin, so kunnu vit eisini fáa pening aftur. Eitt nú hevur upphæddin, sum Ísland hevur fingið til gransking verið einar sjey ferðir tað, sum landið hevur goldið, staðfestir Jógvan á Lakjuni.
Meira enn hetta vil hann ikki siga, men megna Føroyar at halda fast um sama lutfall, so svarar tað væl til, at vit kunnu fáa onkra staðni millum sjey og fjúrtan milliónir aftur í føroyska granskingarumhvørvið. Og tá er so ikki rokna við teimum avleiddu inntøkum, sum granskingin hevur við sær. Ella teimum beinleiðis inntøkunum, sum úrslitið av granskingini vónandi eisini hevur við sær.

Undirvísingin fær stóran ágóða
Vil landsstýrismaðurin ikki verða alt ov ítøkiligur á granskingarøkinum, so leggur hann tó stóran dent á teir ítøkiligu fyrimunir, sum eru í útbúgvingarskipanini.
- Her gerast vit partur av ES í útbúgvingarhøpi, og tað letur upp fyri eini rúgvu av møguleikum. Eitt nú verður tað eisini munandi bíligari at senda næmingar í útbúgvingarørindi í ES-londum, sum ofta hava ein heilt øðrvísi takst fyri ES-næmingar og ikki ES-næmingar.
- Legg so afturat allar teir fyrimunir, sum kunnu fáast í skiftisnæmingum og -lærarum, so sigur tað seg sjálvt, at her kunnu vera nógvir fyrimunir at heinta, staðfestir Jógvan á Lakjuni at enda.