Atgongd til havnir í ES londum og nýggj tiltøk ímóti russiskum oligarkum eiga sambært danska uttanríkisráðharranum, Jeppe Kofod, at verða við í næstu tiltøkunum frá ES og sameindu londunum ímóti Russlandi.
Tað segði hann eftir fund við hinar uttanríkisráðharrarnar í ES í Brússel í gjár.
Føroyar eru eitt av sameindu londunum hjá ES, og bæði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, hava sagt, at Føroyar fara at gera sum ES.
Í samrøðu við FM1 mikudagin segði Jenis av Rana, at hann hevði hann tosað við danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, júst um havnarstongsuli í Føroyum. Og sambært Jenisi av Rana, so hevði Jeppe Kofod sagt honum, at hann væntar ikki, at tað verður semja millkum ES londini um at steingja havnir og banna útflutningi av matvørum til Russlands.
Men danski uttanríkisráðharrin arbeiðir so í øllum førum hart fyri júst at steingja havnirnar í ES – og harvið í Føroyum eisini – fyri øllum russiskum skipum.
– Vit skulu halda fram. Eg havi lagt dent á, at vit eiga at steingja havnirnar fyri teimum. Hesum arbeiða vit víðari við, segði Jeppe Kofod eftir fundin millum uttanríkisráðharrarnar í ES í Brússel í gjár. Tað segði hann við donsku tíðindastovuni Ritzau.
Hann leggur afturat, at Danmark eisini hevur talað fyri at víðka listan við sonevndum russiskum oligarkum, sum skulu rakast við tiltøkunum.
Oligarkar í Russlandi eru handilsmenn, sum ofta hava vunnið sær ognir við at keypa feløg sera bíliga, tá tjóðartikni russiski búskapurin skuldi privatiserast í 90'unum.
Sambært Jeppe Kofod ætla ES og sameind lond sum USA, Bretland og Kanada at halda fram við at økja trýstið, so leingi Russland heldur fram við innrásini í Ukraina.
– Vit hava havt fýra umfør við tiltøkum nú, sum raka russiska búskapin, sigur Jeppe Kofod við Ritzau.
– Vit fara at halda fram við í samstarvi við felagar okkara at virka fyri harðari tiltøkum.
– Alt er á borðinum. Vit steðga ikki við at samtykkja tiltøk, fyrr enn Putin steðgar krígnum ímóti Ukraina. Hann skal steðgast, sigur danski uttanríkisráðharrin.