ÚTNORÐUR
Í seinastu viku hevði Útnorðurráðið evnisfund í Húsavík í Íslandi, har evnið var Útnorður í globaliseraða heiminum.
Poul Michelsen, sum umboðar løgtingið í útnorðurráðnum, sigur, at nógv varð tosað um handilssáttmálar, um EFTA, Evropasamveldið o. s. fr.
- Tað var ein góð ráðstevna, har nógv góð hugskot komu fram. Vit tosaðu nógv um Hoyvíkarsáttmálan, og grønlendingar gjørdu eisini greitt, at teir ikki vóru so áhugaðir í Hoyvíkarsáttmálanum, sigur Poul Michelsen.
Poul Michelsen vísir á, at meðan føroyingar og íslendingar fara ein veg vinnuliga og handilsliga, so draga grønlendingar annan veg. Teir eru ikki so áhugaðir í Hoyvíkarsáttmálanum, og teir siga beinleiðis, at teir vilja ikki gera vegin kláran hjá íslendingum at keypa Grønland, sum teir taka til.
Grønlendingarnir avvístu kategoriskt at verða við í Hoyvíkarsáttmálánum.
Umboð fyri EFTA vóru eisini við á fundinum, og teir greiddu frá, hvørjar møguleikar útnorðurlondini hava at taka luta í EFTA-samstarvinum.
- Tað var rættiliga týðuligt, at okkara statsrættarligu viðurskifti ikki eru ein forðing fyri limaskapi í EFTA, sigur Poul Michelsen.
Ole Stavad, formaður í Norðurlandaráðnum var eisini við, eins og russisk og norðurnorsk umboð eisini vóru við.
- Eingin veit, hvørjir møguleikar eru við Hoyvíkarsáttmálanum. Vit skulu mugu bara gera okkum greitt, at vit á handilsliga økinum eru aftan fyri íslendingar, men við hesum sáttmálanum, so eri eg sannførdur um, at vit fara at mennast handilsliga og vinnuliga, sigur Poul Michelsen.
Honum dámar ikki kuvøsupolitikk, sum hann tekur til og vísir á grønlendsku støðuna, har tey ikki vilja luttaka í hesum samstarvi av ótta fyri at verða við undirlutan.
- At byrgja okkum inni kemur ongantíð at bjarga okkum, men hinvegin fara vit at vaksa við uppgávuni, heldur Poul Michelsen, sum sær nógv perspektiv í Hoyvíkarsáttmálanum og í útnorðursamstarvinum sum heild.
- Vit kunnu ikki gerast limir í ES. Vit eru ikki limir í EFTA. So er spurningurin, hvat vit so kunnu gera. Íslandssáttmálin er tí ein møguleiki, sum vit eiga at troyta, vísir hann á.
Poul Michelsen heldur eisini, at samstarvið við Ísland fer at menna okkum til betur at duga at taka støðu til bæði EFTA og ES-spurningin.
Kjakið um ES fyllir annars nógv í íslendskum politikki. Javnaðarflokkurin, sum júst hevur skipað stjórn saman við stóra Sjálvstæðisflokkinum er fyri ES-limaskapi. Hóast Sjálvstæðisflokkurin er ímóti, so hoyrast alsamt fleiri yngri røddir í flokkinum tosa fyri ES-limaskapi, vísir Poul Michelsen á.
Poul Michelsen letur annars væl at ráðstevnuni og arbeiðinum í Útnorðurráðnum sum heild. Hann sigur, at arbeiðið er nógv broytt síðstu árini. Fyrstu árini var arbeiðið meira ein viðfáningur og hevði heldur sosialan týdning. Nú verður størri dentur lagdur í arbeiðið, sum heilt víst hevur ótrúlig perspektiv, sigur Poul Michelsen.
Útnorðurráðið
Arbeiði Ráðsins verður fyriskipað og leitt av formansskapinum, sum er ráðsformaðurin og ein limur úr hvørjari av hinum báðum sendinevndunum.
Formansskapur Útnorðurráðsins aug. 2006 til aug. 2007
Jonathan Motzfeldt (Siumut)
Ráðsformaður
Halldór Blöndal(Sjálfstæðisflokkur)
Fyrsti næstformaður
Henrik Old (Javnaðarflokkurin)
Annar næstformaður
Føroyska sendinevndin í Útnorðurráðnum verður vald av Føroya løgtingi.
Henrik Old (Javnaðarflokkurin)
Formaður
Alfred Olsen (Sambandsflokkurin)
Poul Michelsen (Fólkaflokkurin)
Kári P. Højgaard (Sjálvstýrisflokkurin)
Høgni Hoydal (Tjóðveldisflokkurin)
Jenis av Rana (Miðflokkurin)