Í donskum miðlum var nógv tos um at Christian Eriksen skuldi gerast pápi og kundi missa onkran HM-dyst fyri Danmark, men har spældi alt væl av, tí Christian er nú vorðin pápi og er við danska hópinum í Russlandi.
Størri er trupulleikin á svenska landsliðnum. Har eru ikki færri enn fimm leikarar, sum vænta at gerast pápar í næstum og møguliga mugu heim úr HM. Teir eru Andreas Granqvist, Emil Forsberg, Albin Ekdal, Pontus Jansson og Kristoffer Nordfeldt.
Eitt nú hevur konan hjá liðskiparanum, Andreas Granqvist, Sofie, termin 3. juli, og tað er ikki ósannlíkt, at Andreas fer heim til Svøríkis at vera hjá konuni. Hann roynir tó at gera tað soleiðis, at tað ávirkar minst møguligt.
- Um tað letur seg gera ímillum dystirnar, so geri eg tað, men um tað liggur illa fyri, so eri eg við á Facetime, sigur Andreas Granqvist við svenska Aftonbladet.
Hann sigur, at hann umhugsar at leiga eitt flogfar beinleiðis úr Gelendzhik og heim til Helsingborg, har familjan býr. Konan hevur annars givið honum loyvi at vera verandi í Russlandi, um tað gerst neyðugt.
Pengar til at leiga eitt privatflogfar er neyvan ein trupulleiki hjá Andreas Granqvist, sum seinastu fimm árini hevur havt eina ársløn upp á 30 milliónir krónur í russiska Krasnodar. Hann skifti tó herfyri heimaftur til Helsingborg IF.