Nýggj vinna
Herfyri skrivaðu vit í Sosialinum um eitt nýskapandi virkið, sum Egil Olsen og aðrir ætlaðu at byggja í Leirvík og sum skuldi gagnnýta livrina úr tí fiskinum, sum verður fiskaður undir Føroyum.
Ætlanin við virkinum var at vinna lýsi burturúr livrini og tað, sum síðani var eftir, skuldi malast til mjøl.
Tað eru Faroe Marine Biotech, sum Egil Olsen er stjóri ið, sum byggir virkið saman við útlendingum. Útlendingar og føroyingar eiga hvør sína helvt í virkinum.
Men nú er greitt, at ætlanin er gera virkið størri, so at tað eisini skal gera mineralur, gelatinu og peptonir, sum er eitt slag av proteinum, burturúr úr fiskaslógvi.
Umframt at taka ímóti livur, sum upprunaliga ætlað, skal virkið sostatt eisini taka ímóti fiskaskræðu og fiskaryggjum.
Av tí at ætlanin er víðkað, verður eisini talan um heilt aðrar upphæddir, sum teir arbeiða við.
Egil Olsen sigur, at sostatt verður íløgan í virkið ikki 10 milliónir, sum upprunaliga ætlað, men heldur 20 milliónir. Bygningurin kostar einar fimm milliónir og rakstrargøgnini einar 15.
Samstundis koma eini 10-20 fólk at arbeiða á virkinum ístaðin fyri 6-10, sum upprunaliga ætlað. Tey verða at kalla øll starvsfólk við tekniskum og biokemiskum útbúgvingum.
Men ein slík ætlan krevur eisini fígging og í tí sambandi er ætlanin at hækka partapeningin, sum er 1.325.000 krónur, upp í tríggjar milliónir, men kursurin í nýggja partapeninginum verður yvir 100, so kapitalinnskotið verður munandi størri. Málið hjá teimum er, at helvtin av íløguni skal fíggjast við partapeningi.
Ætlanin er at virkið skal lata upp í vár ella tíðliga í summar.
Útlendska partin í virkinum eiga íslendska fyritøkan Lysi og norska fyritøkan Maritex,sum báðar eru serkønar á økinum frammanundan.
Føroyska felagið, Faroe Marine Biotech, samstarvar frammanundan við Lysi og Maritex. Annars eru menninir aftanfyri høvdavirkið í Lorvík við í ætlanini at byggja nýggja virkið í Leirvík, umframt Kovin í Sandavági og ymsir rávøruútvegarar.
Nýggja virkið kemur at eita Fomega.
?Orsøkin til, at vit víðkað virkið, er í fyrstu atløgu, at virkið fær fleiri bein at standa á og tað er ein fíggjarligur fyrimunur.
?Men gera vit alt í einum, er tað munandi rationellari, tí nógv av útgerðini gongur aftur í teimum ymsu framleiðslunum og á hendan hátt sleppa vit undan at gera somu íløgur í útbúnað og bygningar fleiri ferðir og tí er hetta at útnytta íløguna nógv betri.
Stór virðisøking
Egil Olsen sigur, at hetta er ein roynd at fáa nakað burturúr einun parti av fiskinum, sum annars verður tveittur fyri borð aftur.
Sjálvur hevur hann verið av ídnastu talsmonnum fyri at vit skulu royna at fáa meiri burturúr fiskiríkidøminum undir Føroyum, ikki minst tí partinum, sum annars ikki verður gagnnýttur.
Hann sigur, at gangnýta vit ikki allan fiskin, sum hann er, fara stór samfelagslig virði fyri skeyti.
Og góðskingarvirkið, sum nú skal byggjast í Lorvík, er fyrsta veruliga stigið til at skapa samfelagvirði burturúr tilfari, sum annars fyri mesta partin fer fyri skeyti.
Burturúr skræðuni verður gelatina vunnin. Gelatina verður brúkt í nógvari framnleiðslu, eitt nú filmi til myndatøku, leðuri, men eisini er gelatina í hylkjunum, sum nógvur heilivágur er í.
Burturúr rygginum verða vunnin peptonir og mineralir, sum verða brúktar sum ískoyti til heilsukosti og annað.
Stórir møguleikar
Egil Olsen sigur, at teir vænta sær heilt fitt av virksemi á virkinum, tí tað eru stórir møguleikar í at gagnýta tann partin av fiskinum, sum ikki verður brúktur í dag.
?Eini 8-10% av fiskinum er livur. Tað merkir, at tilsamans kunnu vit fáa eini 8000-10.000 tons av livur burturúr tí fiski, sum verður fiskaður undir Føroyum.
Men Egil Olsen sigur, at teir vóna at fáa 3.000 tons av livur, í fyrsta umfari í hvussu so er.
Ætlanin er eisini at lata skipunum ein prís fyri livrina sum helst skuldi gjørt tað áhugavert hjá teimum av fingið livrina til høldar og avreitt hana.
? Vit ætlað at lata fýra krónur fyri kilo av livur. Men fáa vit møguleikan at byggja virkið upp sum vit vóna, ivast vit onga løtu í, at prísurin fer at hækka bæði eina og tvær krónur, ella kanska enntá meiri, sigur hann.
Hvussu nógv, teir kunnu keypa ryggir og skræðu fyri, veit hann ikki enn.
Hann sigur, at av teimum 3.000 tonsunum av livur, teir vóna at fáa, fara eini 20%, ella 600 tons til Sandavágs at verða niðursjóðað.
Burturúr restini, sum eru eini 2.400 tons, fara teir at fáa góð 1.200 tons av lýsi og góð 500 tons av mjøli.
Teir vænta at fáa eini 11 krónur fyri kilo av lýsi og einar fimm ella seks krónur fyri kilo av mjøli, tá ið tað verður selt á marknaðinum
Hann vónar sostatt, at hetta er nóg mikið til at skipini verða sinnað at taka livrina til høldar.
Sera góður prísur
Eini 5-7% av fiskinum er skræða og gelatinu-úrtøkan burturúr skræðuni er eini 10%.
Egil Olsen sigur, at hvat gelatinu viðvíkur eru fjareystur og USA mest áhugaverdu marknaðirnar og í fjareystri eru mineralur trotvøra. Marknaðurin fyri peptonum er ógvuliga stórur, tí tað verður brúkt í nógvum øðrum framleiðslu.
?Kemur alt til høldar, ber til at gera eini 300 tons av gelatinu um árið burturúr tí fiski, sum verður avreiddur í Føroyum.
Og prísurin er góður, heilar 200 krónur kilo. Sostatt ber til at skapa eitt útflutningsvirði uppá heilar 60 milliónir krónur, bara burturúr skræðuni, sum í dag verður næstan ikki kemur til høldar.
Hinvegin eru eini 12-15% av einum fiski ryggir. Sostatt ber til at fáa eini 7.500 tons av ryggjum. Úrtøkan av peptonum og mineralum burturúr ryggjunum er eini 25% og tað ber sostatt til at fáa eini 1.900 tons av peptonum og mineralum burturúr ryggjunum.
Av teimum eru eini 1.400 tons peptonir, sum verða seld fyri 85 krónur kilo. Virðisskapanin verður sostatt 120 milliónir.
Eini 500 tons eru mineralur, sum ganga í 65 krónur fyri kilo. Sostatt ber til at útflyta mineralir fyri yvir 30 milliónir.
Livurin, sum fæst úr fiskinum, sum fæst undir Føroyum, er verd einar 100 milliónir, verður hon gagnnýtt, øll, sum hon er.
? Tilsamans ber tað sostatt til at skapa eitt virði upp á 300 milliónur, bara burturúr livrini, ryggjunum og skræðuni.
?Hetta sigur eitt sindur um tey virði, sum fara fyri skeyti, og um teir møguleikar, sum hetta nýggja virkið hevur, verður tað útbygt til fulnar, sigur Egil Olsen.
Hvussu nógv, virkið í Lerivík, fer at fáa av rávøru, er ilt at siga. Tað veldst m,a, um, hvussu nógvur fiskur verður útflutt heilur.Men tað skerst ikki burtur, at hvørja ferð, ein fiskur verður útfluttur heilur, fara stór samfelagslig virði fyri skeyti, sigur Egil Olsen.
Hann heldur ikki, at samfelagið kann góðtaka, at ein stórur partur av okkara fiskatilfeingi, verður tveitt fyri borð aftur, tá ið tað annars kundi verðið gagnnýtt, so hann vónar, at skip og virki fara at verða eggjað til at taka livur, ryggir og skræðu, so at tað kann verða gagnnýtt.
Hann sigur, at av teimum 3.000 tonsunum av livur, teir vóna at fáa, fara eini 20%, ella 600 tons til Sandavágs at verða niðursjóðað.
Burturúr restini, sum eru eini 2.400 tons, fara teir at fáa góð 1.200 tons av lýsi og góð 500 tons av mjøli.
Teir vænta at fáa eini 11 krónur fyri kilo av lýsi og einar fimm ella seks krónur fyri kilo av mjøli, tá ið tað verður selt á marknaðinum
? Ætlanin er, at virkið í Lorvík og tey útlendsku virkini, Maritex og Lysi, skulu samstarva um søluna, so at hon verður samskipað við tí endamáli at fáa sum mest burturúr. Keypararnir kunnu teljast á aðrari hondini og fyri at fáa nakað burturúr, verður neyðugt at samskipa søluna.