Kunnu vænta nógvar mýggjabitar

Stóru kavarúgvurnar eru so smátt við at sleppa sínum taki í grønlendska landslagnum, og undir kavanum bíða mýggjabitarnir.

Stóru kavarúgvurnar eru so smátt við at sleppa sínum taki í grønlendska landslagnum, og undir kavanum bíða mýggjabitarnir.

 

Ísvatnið undir kavanum gevur bestu gróðrarlíkindi hjá ormverunum og soleiðis komandi ættarliði hjá teirri plágu, sum mýggjabitarnir í Grønlandi eru fyri mong.

 

Lívfrøðingurin og granskarin í mýggjabitum, Lauren Culler, sum starvast við Darthmouth Universitet, hevur júst verið í Kangerlussuaq og vitjað.

 

- Her funnu vit eina rúgvu av mýggjabitaormverum, og vit vænta at síggja nógvar mýggjabitar í Grønlandi um einar 14 dagar ella so. Ráliga frostmýran gevur ormveruni bestu liviumstøður.

 

Lauren Culler sigur, at fólk í Grønlandi tí eins væl kunnu keypa sær mýggjabitaspreið og finna sær mýggjabitanetini fram í góðari tíð.

 

Tað veit grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - at siga.