Kunnu vit keypa veitingarskip til havrannsóknir

Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, vil hava at vita um landsstýrið hevur hugsað um møguliga at keypa ein veitingarskip til havrannsóknir

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði seg kenna til, at veitingarskip kunnu fáast fyri ein bíligan penga, men hansara ráðgeving er komin langt ávegis við fyrireikingunum  til at byggja  nýtt havrannsóknarskip.

 

-Tað verður bygt til endamálið og alt verður gjørt serligt, so tað verður eitt betri skip, segði landsstýrismaðurin.

 

Hann legði afturat, at kanska var betur hóskandi at keypt eitt veitingarskip, tá ið vit skulu hava avloysara  fyri eitt bjargingarskip.

 

Kári P. Højgaard helt tað vera undarligt, at man ikki hevur hugt eftir  skipum til sølu, sum fleri norskir firðir eru nærum fullir av.

 

-So høvdu við 160 milljónum fingið høvi at innrætta starvsstovu og annað eftir okkara egna høvdi, helt tingmaðurin.