Kunnu vit siga nei?

Hann er 40 ára gamal, giftur, stjóri og harðliga ímóti fríari fosturtøku í Føroyum.

Fyri 16 árum síðan var hann saman við eini tá 17 ára gamlari gentu. Hítan skrædnaði og tvær strikur komu á graviditetstestina. Tað, sum hann ikki visti, var, at gentan var dóttir ein arbeiðsleysan einkjumann, sum var farin undir miðnámsútbúgving, fyri betur at kunna uppihalda sær og dóttrini í framtíðini. Pápi gentuna fekk tí bert kr. 5237,00 um mánaðin, sum var akkurát nokk til lán, mat og rokningar.
Nú vóru góð ráð dýr. Hon ynskti sær fosturtøku, men landið loyvdi tí ikki, og til ferðaseðil til Danmarkar var ikki peningur. Og Jógvan kom óynsktur í heimin. Einki pinkubarnaheim er í landinum, og tí skifti smádrongurin millum onkrar egnaðar og onkrar óegnaðar fosturfamiljur kring landið. Skifti ofta skúla, bleiv happaður o.s.fr.
Jógvan er hart merktur av hørðu barnaárunum, og hevur nógvar løtur, har hann ikki hevur hug at liva. Men tað vóru fólkini í Føroyum, sum vildu hava hann at liva. Men hvar vóru tey, sum hildu seg bjarga hansara lívi í móðurlívi, tá hann hevði brúk fyri hjálp?

SU er fyri einum samfelag, har vit ikki hava tørv á fríari fosturtøku. Einum samfelag, har ØLL hava atgongd til vælferðina. Raðfestið stuðul til lesandi, útbúgving til stakar uppihaldarar, barnaheimið, fólkaskúlan og økið krøvini til pápar, ið ikki eru um barnið! Áðrenn vit gera hetta kunnu vit ikki nokta fríari fosturtøku.