Kurvabóltur: Feðgar skrivaðu søgu í sigri

Spoðdrekin vann grannauppgerðina móti Hamar, har ein søgulig hending eisini var

Sporðdrekin vann í gjár grannauppgerðina í Trygd-kappingini móti Hamar. Úrslitið bleiv 60-43, eftir hálvleikstøðuna 32-23. Serlig við dystinum var, at feðgarnar báðir Pól Jakobsen og Johannes P. Kragesteen leiktu á sama liðið. Hetta er fyrstu ferð hetta er komið fyri í føroysku kurvabóltskappingini.

 

Hóast munurin gjørdist rættuliga stórur at enda við, so var talan um ein heilt tættan dyst. Hamar kemur best frá byrja, og er eisini á odda eftir 1. fjórðingin. Sporðdrekin svarar aftur í 2. fjórðingi, og er á odda í hálvleikinum.

 

Í 3. fjórðingi kemur Hamar upp á javnleik, men klára ikki at halda hesa støðuna. Hóast Sporðdrekin fekk ein hvøkk, so vinna teir at enda ein tryggjan sigur. Flest stig fingu fyri Sporðdrekan Pól Jakobsen, 20 stig og fyri Hamar Sjúrður Sivertsen, 14 stig.