Við tunga kvæðarokkinum hava Týr langt síðan skrivað navn sítt í metal søgubøkurnar, og leygardagin sluppu vit at hoyra, hvussu ein vælsmurd tungmálmsmaskina ljóðar.
Løg sum Hold the Heathen Hammer High, Sinklars Vísa og Hail to the Hammer, tryggjaðu eina góða uppliving, tá Týr spældu fyri stóru fjøldini, ið fyri ein stóran part stóð og headbangaði og rópti saman við oddamanninum Hera Joensen.
Týr eru væl brýndir av nógvum konsertvirksemi, og at teir eru í so góðari venjing, gjørdi at undirritaði fór frá Stóra Palli við eini góðari kenslu, hóast eg altíð havi eitt sindur ilt við at taka Týr í álvara. Alt hetta við brynjum og idealisering av fornum kempum, ið eyðkennir fyribrigdið Týr, er eitt sindur ov nógv fyri meg. Men konseptið hjá teimum er ógvuliga gjøgnumført, og tað taki eg hattin av fyri.
Næstan ordiliga gott
Tónleikaliga var ikki tað stóra at seta fingurin á hjá Týr, sum kompromisleyst buldraðu seg gjøgnum ein góðan tíma, har tvíræddaðir guitarir, tungar rútmur og progressivir metaltónar áttu Kirkjubø. Heri Joensen er ein góður frontfigurur, sum dugir væl at fáa áhoyraran við í framførsluna, tá hann millum sangirnir stutt og greitt greiddi frá sangunum, meðan hann onkuntíð fekk sær upp í nevið av drekkihorninum. Nokk so kul at hava eitt horn við á pallin, haldi eg.
Samanspælið millum trummur og bass var framúr, og tað var merkisvert at hoyra, hvussu væl teir báðir Gunnar Thomsen og Heri Streymoy fylgdu hvørjum øðrum, sjálvt gjøgnum tey meira progressivu pettini.
Tað einasta, ið eg havi hug at fýlast á, er guitarspælið. Hóast bæði Heri og Terji eru frálíkir guitarleikarar, tykist tað sum at guitarsoloirnar eru ov torførar at framføra á palli. Tað mátti borið til at gjørt tær eitt sindur øðrvísi til framførslurnar, tí hóast tær rigga væl á eini útgávu, eru fortreytirnar nógv øðrvísi á palli. Tað riggaði eitt sindur klombrut til tíðir, fyri at siga sum tað er. Eitt hugskot hevði kanska verið at Terji tók fleiri av teimum, tí hann tóktist tryggastur við teimum.
Sum heild var framførslan tó fín, og um mær ikki dámdi teir so væl áðrenn, so fekk eg tó eyguni upp fyri nøkrum av dygdum teirra hetta leygarkvøldið, hóast eg enn havi eitt sindur ringt við at taka konseptið í álvara.