Í kvøld mást tú hyggja upp

Um tað er klárt, fært tú ársins ljósshow á himmalhválvinum í nátt, tá annar av árligu meteorhópunum, Geminidurnar, fer framvið okkum.

 

Geminidurnar kallast so, tí tær sýnast at streyma út frá stjørnutekninum Gemini, altso Tvíburunum. Í mun til aðrar meteorhópar, er upphavið til Geminidurnar ikki ein komet, men ein asteroida. Hon hevur fingið navnið 3200 Patheon, og er umleið fimm kilometrar upp á tvørs. Granskarar eru ikki vísir í, júst hvat 3200 Patheon er, men flestu meina, at hon er ein “deyð” komet, sum hevur mist ísin og frystu gassini, tí hon ov ofta er komið so nær sólini. Fyrstu ferð Geminidurnar eru skrásettar er í 1862, meðan fólk fyrstu ferð varnaðust 3200 Patheon í 1893.

 

Altjóða Meteorfelagsskapurin væntar, at hæddarpunktið, altso tá Geminidurnar vera mest sjónligar og flest stjørnuskot vera at síggja, verður í morginárini umleið klokkan 06.30. Men Geminidurnar hava longu verið sjónligar í nakrar dagar á náttartíð og longu seint í kvøld eigur at bera til at síggja tær. Sannlíkindini økjast tó nógv sum náttin líður og dimmalætting nærkast.

 

Undir frálíkum umstøðum kann man vænta at síggja heilt upp í 120 stjørnuskot um tíman, tá harðast leikar á, men ein meiri hóvlig meting er umleið 60 stjørnuskot um tíman. Møguliga er man heppin og sær onkran meteor av og á næturnar áðrenn og eftir hæddarpunktið hjá Geminidunum.

 

Geminidmeteorar eru bjartir, miðal skjótir og koma í alskyns  litum.

 

Partiklarnir í einum meteorhópi eru vanliga kometstøv. Kometir eru “skitin kavabløk,” sum ferðast rundan um sólina. Tá tær nærkast sólini, hitast tær upp og frígeva gass og støv. Vit síggja hesar meteorhóparnar, tá Jørðin ferðast gjøgnum kjalarvørrin so at siga hjá eini komet, og tí eisini tað støv, sum liggur eftir hana.

 

Tær tørvar ikki stjørnukikara ella aðra útgerð fyri at síggja Geminidurnar. Finn eitt myrkt stað, helst burtur frá øðrum ljóskeldum, har tú hevur gott útsýni til himmalhválvið. Legg teg so niður og gev tol.

 

Kelda: Himmelkalenderen.com.