Kvinnuliðið hjá KÍ luttekur í hesum døgum í bólkaspælinum í Champions League fótbóltskappingini hjá UEFA. Hetta er 17. ferð á rað, at KÍ luttekur í kappingini.
KÍ er í bólki saman við íslendsku meistarunum Stjarnan, kroatisku meistarunum ZNK Osijek og makedonsku meistarunum ZFK Istatov.
KÍ spældi fyrsta dystin týsdagin, og tað endaði við 9-0 stórtapi, ið er størsta tap hjá KÍ nakrantíð í kappingini. Tí skal KÍ kvøld reisa seg eftir avsmurningin frá íslendingunum, tá ið vertirnir í ZNK Osijek taka ímóti. Kroatiska liðið er eisini sterkt, tí tað vann týsdagin heili 7-0 á Istatov.
Dysturin millum KÍ og ZNK Osijek verður í kvøld kl 19:15.