Kunningarskivan á Vága floghavn skipar um vikuskifti saman við Sandavágs fornminnisfelag fyri kvøldarhugna á Slættanesi. Um fólk ikki hættar sær at ganga, er sambandið til Slættanesar eingin forðing, tí bátur fer at sigla allan leygardagin. Tað er gamli postbáturin, sum røkti rutusiglingina millum Slættanes, Vestmanna og Fútaklett, sum er settur í sigling hendan dagin, og sjálvsagt er tað Alfred Olsen, skipari, sum eisini førir postbátin hesuferð.
Túrarnir eru av Oyragjógv, og bátur byrjar at sigla fríggjakvøldið kl. 19.00. Fyrsti túrur av Oyragjógv leygardagin er kl. 11.00. Siglt verður allan dagin til eingi ferðandi eru eftir. Seinasti túrur av Slættanesi er sunnudagin eftir gudstænastuna, uml. kl. 16.00.
Tað eru fleiri mátar at koma norður á Slættanes. Millum annað skipar Vága ríðingarfelag fyri felags ríðitúri. Farið verður av Vatnsoyrum kl. 15.00 leygardagin. Tað ber eisini til at fara til gongu við ferðaleiðaranum Høgna Nielsen. Farið verður av Oyragjógv kl. 15.00 leygardagin.
Úr skránni kunnu nevnast felagssangur, føroyskur dansur, tónleikur, hugleiðingar, myndaframsýning og fólkafundur. Millum teirra, sum framføra okkurt, kunnu nevnast Knút Olsen, Tummas Heri Thomassen, Remi Hansen, Gardar Joensen, Tøkum Lætt, Martin Restorff Jacobsen, Marjun Nielsen, Egin við Markná og onnur.
Skráin sær fyribils soleiðis út:
Myndaframsýningin í skúlanum við 100 myndum, sum lýsa Slættanes bygd frá 1900-1960, er opin allan dagin.
Kl. 20.00 Fólkafundur við vitan. Aftaná hugleiða Marjun Nielsen og Egin við Markná um teirra barna- og summarminnir á Slættanesi.
Kl. 21.00 Hugnaløta í kirkjuni við Martin Restorff Jacobsen presti. Daniel og Maria Nielsen spæla violin.
Kl. 24.00 Føroyskur dansur við Tøkum Lætt. Aftaná er felagssangur.