Kvøldseta á eystanstevnu

Eystanstevna

 

Mentanarhúsfelagið tekur nú táttin upp aftur og fer at skipa fyri kvøldsetu á eystanstevnu. Á skránni verða millum aðrar Hans Jacob Kollslíð, Kári Sverrisson og Hanus G. Johansen.

Kvøldsetan hesaferð er heilt serlig, tí hetta er fyrstu ferð, at felagið skipar fyri tiltaki í nýggja mentanardeplinum í Runavík, sum hevur fingið navnið Løkshøll.

Mentanarhúsfelagið hevur í nógv ár arbeitt fyri at fáa eitt mentanarhús í Runavík, og nú er dreymurin loksins gingin út.

Løkshøll er eitt samstarv millum Runavíkar kommunu, ið hevur latið høllina byggja sum part av skúlanum og Mentanarhúsfelagið, ið stendur fyri innbúgvi og ljóð- og ljósútgerð.

Tað verður Mentanarhúsfelagið sum fer at reka virksemið í Løkshøll. Nøkur smærri tiltøk hava longu verið og ætlanin er at skipa fyri einum stórfingnum upplatingartiltakið í heyst.

Á kvøldsetuni, sum verður fríggjakvøldið, verður høvi at hoyra fløguaktuellu Hans Jacob Kollslíð & Kára Sverrisson og ein av Føroya best umtóktu vísusangarum, Hanus G. Johansen.

Eisini verður búmerki, sum lýsingarfyritøkan Sendistovan hevur gjørt, avdúkað. Vinnarin av navnakappingini, ið felagið læt skriva út fyrr í ár, fær virðisløn handaða.

Á kvøldsetuni verður eisini høvi at keypa sær okkurt gott í steðginum.