Fólk í Kvívík høvdu ongan streym í góðar tríggjar tímar hóskvøldið. Og tá fólk fóru til arbeiðis fríggjamorgunin varnaðust tey, at ein stórur motorur stóð og gav bygdini streym.
Frá SEV siga tey, at talan var um streymslit, sum ikki ber til at verja seg ímóti. Tað var ein samling millum linjuanleggið og kápulanleggið, sum var farin. Og tá tílíkt hendir er tað vanligt, at SEV setur ein motor upp til at veita streym.
? Tílíkt arbeiði tekur nakrar tímar at gera, og fyri at minka um tíðina við streymloysi, so stilla vit ein motor upp, verður sagt frá SEV. Motorurin veitti so bygdini streym, og tískil var ikki neyðugt at fáa fólk at arbeiða við trupulleikanum um náttina, men heldur varð farið í gongd beinanvegin fríggjamorgunin.
Sum sagt, so fáa tey ikki vart seg móti tílíkum streymslitum, men kvívíkingar kundu vænta, at fáa regluligu streymveitingina aftur seinnapartin fríggjadagin.
Tílíkt hendir ikki ofta, men tað kemur fyri eina ella tvær ferðir um árið.