Ókvalificerað og ófyrireika manning send til Kina av Kaj Mortensen, fiskivinnustjóra

Í Sosialinum nr. 18 í ár, í sambandi við byggjan av nýggjum vaktarskipi til Føroyar, sigur Elmar Højgaard, stjóri á V&B: »at teirra samskifti alla tíðina hevur verið við kinesararnar, og at teir einki sum helst hava havt at gjørt við Maretec á Argjum«. Í sama blað váttar Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, »at serkønir hava verið í Kina og samráðst við skipasmiðjuna í Huangpu í Kina«. Eisini leggur hann afturat, »at tað er óheppi, at ein partur í málinum (les: Maretec á Argjum) nú aftaná at alt er yvirstaðið, nú kemur út við slíkum

Føroyingar hava í áravís havt kenslu av skomm í sambandi við skandaluna um Nólsoyar Páll. Á odda fyri keypi av Nólsoyar Páll stóð fyrrverandi, og verandi yvirmaður í donsku sjóverjuni. Uttan iva sera dugnaligur í donsku marinuni.

Á odda fyri sendinevnd til Kina at kanna møguleikarnar at byggja nýtt vaktar- og bjargingarskip, var Elmar Højgaard, stjóri á V&B. Eftir drúgvar royndir sum skipar í vaktar og bjargingartænastuni, eigur hann at hava hollan kunnleika til hvørjar dygdir eitt slíkt skip skal lúka.

Men hvørki Jóan Karl Høgnesen ella Elmar Højgaard hava av omanfyrinevndu orsøkum neyðugu vitanina at fara til Frakland og Kina, ella nakra aðrastaðni at gera skipasáttmála; men orsøkin til ruðuleikan er, at fyrst Jóan Karl og nú Elmar hava víst seg hvørki at hava leiðsluligan førleika, ella menniskjansligar eginleikar at seta »dagsins besta« serfrøðingaráð til eina stóra verkætlan.


Serfrøðingarnir, sum Elmar Højgaard og Kaj Mortensen, fiskivinnustjóri, senda til Kina

Kristin Rasmussen, verkfrøðingur, Almfinn Jacobsen, maskinmeistari og Christian Andreasen, advokatur.

Hesir »expertar«, saman við Elmari Højgaard, fara ófyrireikaðir til Kina við specificatiónini frá Kverndokk og Eldoy úr Noregi. Teir fáa als einki burturúr eini knappari viku í Kina, tí:

teir hava ongar royndir innan altjóða skipabygging,

teir góvu sær ikki stundir at síggja verksmiðjuna sum ger møblar, panelir v.m., sum avvarðandi myndugleikar í Føroyum hava gjørt so nógv burturúr.


Jørgen Niclasen

Eg fari hervið at heita á landsstýrismannin, at gera sær ørindir út á Maretec á Argjum, fyri har at fáa greiði á nógv tí bíligasta tilboðnum at byggja nýtt vaktar- og bjargingarskip, tí:

tú ert skeivt informeraður av tínari umsiting, tá tú í Sosialinum 28. jan. sigur: »Eftir at teir fingu broytingarnar eftirlíkaðar úr Kina, gjørdist skipið so mikið dýrari, at teir heldur mæla til at taka av norska tilboðnum«.

Tú kanst fáa dokumenterað, at í tráð við øll krøv úr Føroyum, er prísurin framvegis 72,5 mill. kr. Soleiðis er fráboðanin til tín, at núverandi tilboð úr Kina er 88 mill., beinleiðis ósónn.

Eins og undirritaði, kanst tú eisini á Maretec fáa dokumenterað, at tað ikki er satt, at V&B og fiskivinnustýrið einki samskifti hava havt við skipsmeklaravirki á Argjum.


Misbrúkt og sáað iva

21. juli 1998, fær Føroya Landsstýri, og avvarðandi stýri og stovnar, skriv frá Álvi Mortensen, stjóra, at Maretec er ført fyri at geva tilboð upp á bygging av nýggjum vaktarskip, í Kina. Í práti við Elmar Højgaard seinri, fær hann at vita, at ætlanin er ikki at fara út um Norðurlond at biða um tilboð.

Kortini fóru teir sum reinir amatørar til Kina, uttanum Maretec. Óbótagerðin er ikki at teir fóru. Tað kann ongin nokta teimum, uttan avvarðandi landsstýrismaður vegna skattaborgaran - men óbótagerðin er, at teir fara uttan neyðugan førleika og vitan, fyri síðan at misinformera landsstýrismannin í einum fyri Føroya fólk týdningarmiklum projekti, og allarmest, at teir bera rangan vitnisburð um eitt í Føroyum skrásett seriøst arbeiðandi virki.

So V&B og Kaj Mortensen hava ikki bara misbrúkt, men eisini ógrundað og illvilja sáað iva um Álv, soleiðis sum dólgar ið eru komnir á skeiva »hill« gera tað, tá teir verða kroystir.


Stutt um Maretec og Kina

*Maretec hevur 12 ára sáttmála við skipabyggifelag, sum hevur eina røð av specialiseraðum skipasmiðjum fram við longu strondini í Kina. Tað ber ikki til at fara á eina av skipasmiðjunum, uttan eitt umfatandi heimaarbeiði í samsvari við allar specificatiónir av projektinum. Expertarnir hjá Kaj Mortensen hava ikki gjørt heimaarbeiði til lítar, og paraplyorganisatiónin hjá byggifyritøkuni í Kina hava tí heldur ikki havt røttu serfrøðingarnar, á rætta staði, til røttu tíð.


*Skipabyggifelagið, sum byggir dygdarskip til allan knøttin, hevði ikki undirskriva 12 ára sáttmála við Maretec, uttan álítandi, professionelt, seriøst og dugnaligt handilsarbeiði. - Kaj Mortensen og aðrir við, eiga at hava kunnleika til slík viðurskifti.


*Skipasmiðjan í Kina sum bjóðar seg fram at byggja fyri V&B, 23 mill. bíligari enn í Norra og 46 mill. undir tilboðnum úr Føroyum, er góðkent í tráð við altjóða standard.


*At Kina, bæði so og so, arbeiðir á sera høgum støði, tað megu bæði A.P. Møller og onnur stór skandinavisk reiðaríir hava sannað, nú teir byggja hópin av skipum av alskyns slagi í Kina.


*Skipini verða bygd í samsvar við galdandi krøv og treytir hjá DNV, Bureau veritas ella Lloyds klassa, og skulu uppfylla øll krøv hjá skipasýninum í Føroyum.


*Maretec hevur gjøgnum sínar samstarvspartnarar áhaldandi eftirlit og serfrøðingaráðgeving í allari byggitíðini.


*Garantieftirlit fer fram har sum avtalað er við byggiharran.


Tað er einki at ivast í, at bygging av nýggjum vaktar- og bjargingarskipi er í allarbestu hondum á Maretec á Argjum.

Kostnaðurin, í mun til hini tilboðini er so grefligur, at tað verður ómøguligt hjá landsstýrismanninum at finna fram til nakað fyrilit hann kann verja, tekur hann ikki av tilboðnum av Argjum.

So, Jørgen Niclasen, send ein advokat við royndum í at gera altjóða skipabyggisáttmála út á vestara áarbakka.

Royndirnar hjá Tormóður Djurhuus, kunnu eins væl brúkast í Kina sum í Suðuramerika (Christian í Grótinum).

Christian Andreasen, advokatur, hevur so ongar royndir at gera altjóða skipabyggisáttmálar.


Ólavur Petersen