Kveiktu verkætlanir á Kambsdali

Leygardagin var EBG-kveikjaradagur á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, hvørs endamál var at vísa næmingum, hvussu teir kunnu koma í gongd við eini verkætlan

European Business Game kappingin tykist vera komin fyri at vera. Leygadagin varð skipað fyri EBG-kveikjaradegi á Kambsdali, har vinnulívsfólk greiddu frá teirra royndum. Vit endurgeva heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum:

»Claus Reistrup greiddi frá stýringarbólkinum, skránni og um gongdina fram til 8. Juli 2000. Føroya Endakappingin verður 1. apríl 2000 í Vestmanna og evropæiska endakappingin verður í Føroyum 8. Juli 2000.


Ígongdsetarar greiddu frá teirra royndum

Birgit Hansen greiddi frá Gjáar Betongvirki. Hon vísti t.d. á, at marknaðurin hjá virkinum er avmarkaður til tann føroyska marknaðin, og hann er sera viðbrekin. Um summarið er nógv at gera, meðan væl minni er at gera um veturin, tí mugu tey ofta starta upp um summarið við nýggjum fólkum, og tað er tungt.

Í hesum sambandi er plaseringin av virkinum ikki so væleydnað. Flutningurin av vøruni er ikki tað truplasta, men heldur tað at fáa fatur á góðari arbeiðsorku. Onki arbeiðsfólk er eftir við Gjógv, og tað er ringt at flyta fólk, staðfestir hon. Hetta ger eisini, at útboðið av góðum arbeiðsfólki ikki er tað sama. Av hesari grund hevði hon ikki í dag lagt virkið við Gjógv.

Eyðun Antoniussen greiddi frá AWI-boats í Runavík. Eyðun segði, at man ikki skal fara í verk sum ígongdsetari fyri penganna skyld. Hann vísti eisini til eina kanning, sum vísti, at útbúgving o. a. skal til, men at tað er 80% vilji, sum ger, at eitt virkið heldur fram. Viljin er tað týdningarmiklasta.

Tað positiva við egnum virki er, at man sær nakað positiv eftir seg. Hann sær bátarnir og veit, at hann hevur verið við til at gera teir ? tað skapandi.

Ein fær persónligt og "fíggjarligt" frælsi. Hetta er tó ivasamt, tí at virkið krevur nógva orku, og pengarnir eru ikki so nógvir, sum fleiri halda.

At enda vísti hann á, at lóggevarar og starvsfólk í almennu fyrisitingini eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey seta kunngerðir og reglar í verk. Hann heldur, at lóggávan eigur at vera lagaligari yvirfyri einum ígongdsetara enn einum etableraðum virki. Nógvir ígongdsetarar byrja í kjallarum og garasjun, og kunnu tí ikki uppfylla øll krøv, hvat viðvíkir matstovum, wc við meira. Nógv virkir, sum í dag eru etablerað, høvdu ikki verið til, um tey skuldu uppfylt tey krøv, sum verða sett til virkir ídag.


Fía Norðberg

greiddi frá Drós

Drós er skipað sum eitt persónligt firma, og hon heldur seg vera eitt dømi um, hvussu ein ígongdsetari ikki skal fara fram. Við handlinum skuldi hon til at hugsa um leverandørar, MVG, gjalding, upplatingartíð vm. Hon staðfesti skjótt, at skuldi handilin bera seg, mátti hon víðka um handilin fyri at fáa størri umsetning og harvið vinning; sum sagt so gjørt.

Víðkanin hevur virkað, og umsetningurin er nærum tvífaldaður. Tey hava verið noydd at fíggja alt sjálvi, og virkið krevur nógv arbeiðið. Hetta má familjan vera innstilla uppá, og man skal ikki vænta at verða millióningur í fyrstu atløgu.


Virkisráðgevi kom

við góðum ráðum

Símun Hammer, sum hevur virkið "Virkisráðgeving" kom við góðum ráðum. Hann er sjálvur ígongdsetari og byrjaði virkið fyri 2 árum síðani.

Virkið satsar mest uppá privatar fyritøkur. Teir umsita eisini eina skipan, har ígongdsetarar kunnu fáa gratis ráðgeving (ígongdsetarar kunnu seta seg í samband við TK-stovuna).

Stuðlar greiddu frá, hvussu teir kunnu stuðla einum íverksetara

Stuðlar, sum greiddu frá, vóru Føroya Banki og Føroya Sparikassi. Joan Stampe greiddi frá, hvussu Føroya Banki kann stuðla næmingunum, og somuleiðis ígongdsetarum við at bjóða teimum tænastur. Føroya Banki er sera áhugaður í hesum tiltaki, og bankin er eisini við til at stuðla vinnulívinum.

Ólavur Jensen frá Føroya Sparikassa greiddi frá, at Sparikassin heldur hetta vera eitt gott tiltak, sum kann koma vinnulívinum til góðar, og kann føra til eitt meira fjøltátta vinnulív. Somuleiðis segði hann, at Føroya Sparikassi setir teirra vinnulívsdeild og marknaðardeild til disposition fyri næmingarnar.

Greitt varð frá, hvussu ein kundi fáa eitt gott hugskot.

Henning Sejer Jacobsen frá Teknologisk institut í Århus greiddi frá, hvussu man kann menna eitt gott hugskot.

Hann segði frá, at teir beinleiðis arbeiða við ígongdsetarum, serliga háteknologiskar verkætlanir. Hann vísti á, at onki stórt virkið er komið í Danmark eftir 2. heimsbardaga, sum einsamalt hevur ávirkað BNP.

Somuleiðis vísti hann á, at hugskot mennast, har menniskjur møtast, td. við kaffimaskinuna. Til dømis hevur Bill Gore í Canada innrætta síni hølir út frá kaffimaskinuni soleiðis, at hon er í sentrum, og út frá har eru so skrivstovur v.m. Skulu starvsfólkini eitt arbeiðsørindi, eru hølini soleiðis innrættaði, at tey møtast allatíðina. Tey práta og soleiðis mennast nýggj hugskot.