Kvettfólkini steingja altjóða flogvøllin í Myanmar til juni

Herurin í Myanmar hevur í dag stongt týdningarmesta liðið inn og út úr landinum.

Altjóða flogvøllurin í býnum Yangon er í dag eftir boðum frá hernaðarleiðsluni stongdur. Tað upplýsir landsins leiðari.

Tað verður gjørt, eftir at kvettfólk úr herinum hava tikið valdið í landinum.

Flogvøllurin er høvuðs og nógv mest brúkti flogvøllur í Myanmar.

Leiðarin á flogvøllinum Phone Myint sigur, at flogvøllurin er stongdur til mai, men gav onga neyva dagfesting um, nær vøllurin letur uppaftur. Blaðið Myanmar Times skrivar, at loyvi til at lenda og lætta av flogvøllinum verða ikki givin fram til 1. juni.

Tíðliga gjáramorgunin lokala tíð var demokratiskt valdi leiðarin, Aung San Suu Kyi, handtikin, tá herurin tók ræðið á landinum í eitt ár.

Suu Kyi vann stórsigur á valinum í fjør, men herurin sigur, at tað hevur verið umfatandi valsvik. Hesum vísir almenna valnevndin aftur.

Oman á kvettið hevur hernaðarjuntan útnevnt 11 nýggjar ráðharrar. Tann nýggi leiðarin er Min Aung Hlaing, herovasti.

Herurin í Myanmar hevur í áratíggju sitið á valdinum í landinum. Fyri tíggju árum síðani varð tað næstan 50 ára gamla jarntakið slept.

Danski sendiharrin í Myanmar, John Nielsen, sigur í morgun, at tað ikki kemur nógv kunning um hernaðarkvettið.

– Herurin hevur tikið valdið á so at siga øllum sjónvarpsstøðum og nøkrum av teimum stóru internetveitarunum, so teir kunnu lata upp og steingja, tá tað passar teimum, sigur hann.

/ritzau/Reuters