Kringvarp Føroya hevur sett Jákupu Mikkelsen í starv sum leiðara á Fyrisitingardeildini.
Tað sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri.
Jákupa Mikelsen er útbúgvin cand.merc.aud frá handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Umframt at hava arbeitt við vinnufelagsskatti í Keypmannahavnar kommunu, so hevur hon arbeitt seks ár sum grannskoðari hjá grannskoðaravirkingum Spekt. Síðani 2009 hevur hon verið fíggjarfulltrúi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
Trettan fólk bjóðaðu seg fram til uppgávuna, fimm kvinnur og átta menn. Ellivu umsøkjarar høvdu útbúgving frá lærdum háskúla.
Jákupa Mikkelsen byrjar í starvinum sum fyrisitingarleiðari í Kringvarpi Føroya tann 1. apríl.