Kvikkir russar

Óli Johannesen helt eftir dystin, at skjóta russiska spælið tók føroyingar á bóli fyrstu løtuna

 

Fyrstu 10 minuttirnar av dystinum tóktist tað meira ella minni sum um Føroyar vóru aftur í gomlu Landskrona-døgnum. Við níggju monnum afturi í egnum brotsteigi royndu teir av øllum at verja málið. Seinni gjørdist tó nakað betri, og okkara fingu flutt spælið longur niðan á vøllin.


spældu skjótt

Eftir dystin hittu vit føroyska liðskiparan, Óla Johannesen, sum eisini skuldi stýra føroysku verjuni. Vit spurdu hann, hví tað gekk so striltið at skipa føroyska spælið fyrstu løtuna.

- Tað var bara tað, at teir spældu so ótrúliga skjótt. Vit kláraðu snøgt sagt ikki at fylgja við, tá teir við fullari ferð spældu uppeftir. Jógvan Martin (Olsen, blðm.) segði eisini við okkum í hálvleikinum, at tað tók honum 15 minuttir at finna út av teirra uppstilling. Bara tí teir fluttu seg so nógv.

Eftir fyrstu tíggju minuttirnar tóktist tað tó, sum um føroysku leikararnir fingu betri skil á spælið. Tá russar sóu, at okkara eisini kundu skapa nakað, gjørdust teir meira varnir, men liðskiparin helt tó, at tað alla tíðina var sera trupult.

- Sjálvandi gjørdist tað betri, tá vit fingu flutt okkum longur niðan. Lætt varð tað tó ongantíð, tí teir spældu alla tíðina rættiliga skjótt. Kanska dugdu teir eisini betri við vøllinum enn vit.


Ernir hóast alt

Fram móti endanum av dystinum fór ein hending fram, har Óli og Alexandur Mostovoi at kalla brustu saman. Av áskoðaraplássunum sást ikki so sjónliga, hvat tað var sum hendi, men Óli hevði so sína avgjørdu meining um hetta.

- Hann tók meg í eitt stað, har mann ikki skal taka, og aftan á slóð hann meg í búkin. Eg gjørdi ikki nógv annað enn at skumpa hann eitt sindur, men dómarin kom beinan vegin til, og so var tað liðugt. Tað var sum so ikki nakað serligt.

Um sjálvan dystin helt Óli, at føroysku leikararnir høvdu alla orsøk til at vera ernir um úrslitið.

- Eg má siga, at eg haldi tað vera fantastiska flott av øllum liðnum, at vit tapa 1-0 móti Russlandi á útivølli, og samstundis vera keddir um tapið, tá vit fara av vøllinum.