Tað er rætt, men samstundis siga myndugleikar sum EPA (U.S. Environmental Protection Agency) at fólk ikki eiga at eta meira enn 0,0001 mg av methylkviksilvur um dagin fyri kvørt kilo av likamsvekt.=A0 Hetta merkir, at eitt fólk, sum vigar 70 kg, kann í mesta lagi eta 7 gram av tvøsti, sum inniheldur 2 mg/kg av kviksilvur, og tað verður so bert 3,5 vgram av grind um dagin. Sambært tilmælinum hjá WHO/FAO er hetta mark umleið dubult so høgt, altso 7 gram. ?