Kvinna bardi seg leysa og beit neyðtøkumann

Seinasta vikuskiftið var eitt neyðtøkumál í Havn, har ein maður royndi at neyðtaka eina kvinnu.

 

Maðurin varð handtikin og er varðhaldsfongslaður í fýra viku.

Løgreglan váttar, at tey hava handtikið ein mann fyri neyðtøkuroynd, at maðurin er avhoyrdur, og at hann er varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Meira vil løgreglan ikki siga um málið.

Sum in.fo skilir, so fylgdi maðurin eftir eini tilkomnari kvinnu, sum hann ikki kendi. Beint uttan fyri, har hon búði, leyp hann á kvinnuna og bæði sló og roytti hana. Men hon vildi ikki gevast og bardist ímóti. Hon beit mannin, so hann fór at bløða og rópti eftir hjálp.

Grannar hoyrdu skíggj hennara og komu út. Tá tók maðurin til beins.

Løgreglan varð boðsend. Við hundi fóru hon at leita eftir manninum, sum varð funnin løtu seinni. Sum tað ljóðar, so er maðurin kendur av løgregluni fyri slík lógarbrot.

Sum in.fo skilir, so sást bitið hjá kvinnuni týðuliga á manninum.

Tað eyndaðist soleiðis kvinnuni at berja seg undan manninum, sum týðuliga ætlaði at neyðtaka kvinnuna. Hann hevði eisini fjalt andlitið við einum klædnaplaggi, so kvinnan ikki kundu síggja andlitið. Álopna kvinnan og illgerðarmaðurin kendust ikki.