Jan Müller
Í sambandi við stóra og áhugaverda søluframtakið hjá íslendskum fyritøkunum í Havn herfyri varð eisini opið hús í stóra pakkhúsinum hjá Eimskip á eystaru bryggju. Og sum vant, tá íslendingar stíla fyri, so varð eisini veruligur stílur yvir tiltakinum, her ikki minst livandi tónleikur beinleiðis úr Íslandi.
Á samkomuni fyri innbodnum og luttakarunum á Tórrek framsýningini í Norðurlandahúsinum varð so ikki bert borðreitt við pinnamati og føroyskum og íslendskum bjóri. Har varð eisini borðreitt við einum spildurnýggjum stjóra. Eftir at hava røkt stjórastarvið seinastu trý árini takkaði Svavar Ottosson fyri seg og legði ábyrgdina av Føroyadeildini hjá Eimskip í hendurnar á starvsfelaga sínum Lindu Gunnlaugsdóttir, sum tekur við starvinum frá 1. mai.
Eimskip hevur deildir í fleiri londum, og hetta er fyrstu ferð í søgu Eimskips, at ein kvinna tekur yvir róðrið á brúnni á eini av deildunum.
Hon hevur starvast í Rotterdam seinastu árini. Fráfarandi stjórin er fegin um, at ein kvinna tekur við eftir hann. -Vit royna at hava javnstøðu í okkara fyritøku.
Tað er við ikki sørt av sorgblýdni, at Svavar Ottosson nú fer úr Føroyum. -Eg havi fingið nógv vinfólk bæði í arbeiðinum og millum føroyingar annars, og hetta hevur eisini verið eitt gott arbeiðspláss. Eg fari nú aftur til Íslands, og tað verður seinur dagur, at eg fari at gloyma Føroyar sigur Svavar, sum nú skal taka við starvinum sum stjóri fyri Vøruflutningsmiðstøðina hjá Eimskip. Hon tekur sær av flutningi við lastbilum í Íslandi.
Hvat leggur Svavar so eftir seg í Føroyum aftaná trý ár sum stjóri? -Tað kunnu kanska onnur døma um, men skal eg vera ærligur, so eri eg nøgdur við, at vit øll í felag hava megnað at tvífalda virksemi hjá Eimskip hetta tíðarskeið. Vit hava økt um vørumongdina, og fíggjarliga úrslitið er eisini betrað. Men eg eri ikki minst glaður um at hava verið við til at økja um flutningsmøguleikarnar hjá føroyingum.
Týdningarmestu hendingarnar heldur Svavar verða, at teir fóru undir at sigla á Klaksvíkina, at sigla beinleiðis úr Føroyum til USA, og at støðið er lagt undir nýggjan skrivstovubygning.
Hann upplýsir annars, at teir júst hava undirskrivað sáttmála um ein bygning á havnaøkinum í Runavík, ið skal goyma og selja salt. Tað verður eitt dóttirfelag hjá Eimskip, sum stendur fyri hesum.
Svavar Ottosson heldur, at týdningarmesta uppgávan hjá eftir?manni? sínum verða at víðka um og betra um møguleikarnar hjá føroyingum at flyta vørur úr og til Føroya. Her hugsar hann ikki minst um at skapa umstøður hjá føroyingum at kunna keypa beinleiðis úr framleiðaralondunum.
-Nú tit útbyggja seg nógv í Føroyum, er ætlanin at taka allan marknaðin?
-Vit eru ímóti monopoli. Vit vilja hava kapping. Vit síggja fegnir, at tað eru aðrir enn vit á marknaðinum. Er tú einsamallur, so gevst tú rætt og slætt við at hugsa og endurnýggja teg.
Eimskip er eisini við til at gera seg út til komandi oljuvinnuna. Teir ætla sær at fáa lut í tí flutningi, sum verður í sambandi við komandi oljuleiting.