Kvinna breyt armin tá bilurin fór á rull

Ein kvinna á Toftum breyt armin í kvøld, tá hon royndi at steðga bilinum, sum var farin á rull.

Ein kvinna á Toftum breyt armin í kvøld, tá hon roynd at steðga bilinum, sum var farin á rull.

 

Sambært politinum hevði hon startað bilin, sum hevði elektroniska hondbremsu, og helst loyst hondbremsuna eisini – og var so farin inn eftir børnunum. Bilurin heykk tó í bremsuni eina løtu, men fer so á rull.

 

Tá kvinnan sær bilin rulla, rennir hon aftaná fyri at fanga hann aftur og steðga honum. Hendan royndin miseydnaðist tó, hon kom undir bilin á onkran hátt og breyt armin, meðan bilurin rullaði víðari.