Tann ógvusliga vatnflóðin í landnyrðingspartinum av Avstralia hevur nú kravt sítt fyrsta mannalív. Í morgun fann løgreglan líkið av einari kvinnu inni í einum bili. Løgreglan sigur, at kvinnan royndi at sleppa yvir um ein veg, sum stóð undir vatni, men at hon misti harradømið á bilinum.
Eitt annað vaksið fólk og trý børn vóru í bilinum, og tað eydnaðist løgregluni at bjarga teimum fýra.
Í statinum Queensland hava myndugleikarnir sent tyrlur at flyta avbyrgdum bygdum og bóndagørðum mat og aðrar neyðsynjarvørur.
Økið, sum stendur undir vatni, er líka stórt sum Frakland og Týskland tilsamans.