Alt bendir á, at ein kvinna kemur í amerikanska Senatið fyri demokratiska senatorin Edward Kennedy, sum doyði fyrr í ár. Í gjár var undanval í statinum Massachusetts, sum Edward Kennedy umboðaði, og har fekk demokratiska valevnið Martha Coakley flestar atkvøður.
Tað avgerandi valumfarið verður í januar, men eygleiðarar siga, at tað er lítil og eingin ivi um, at Martha Coakley fer at vinna á republikanska avbjóðaranum tá.
Hon fær tó als ikki ta støðu í Senatinum, sum Edward Kenndey hevði, skrivar AP.