Kvinna hevur ávirkað føroyska samfelagið

Blaðið Kvinna fyllir nú 10 ár, og seinastu 10 árini hevur blaðið verið við til at broytt tað føroyska samfelagi. Tað heldur Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu.

Blaðið Kvinna fyllir nú 10 ár, og seinastu 10 árini hevur blaðið verið við til at broytt tað føroyska samfelagi. Tað heldur Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu.

- Tað fyrstu tíðina ynsktu kvinnur ofta at verða dulnevndar tá ið tær úttalaðu seg í blaðnum, men tað kemur stórt sæð ikki fyri longur, so á tann hátt hevur Kvinna verið við til at broytt tíðina, sigur Siri.

Seinastu 10 árini eru 76 bløð komin út, og meira enn 600 kvinnur hava verið við í Kvinnu. Hesar kvinnur hava millum annað greitt frá teirra persónligu søgu, deilt teirra servitan, og sagt sína hugsan um eitt og annað.

- Á hendan hátt hevur Kvinna verið við til at fingið kvinnurnar meira sjónligar í samfelagnum, og givið teimum ein pall at tosa út frá, sigur Siri.

Tá ið Kvinna byrjaði vóru tað mong ið ivaðist í, um tað fór at lata seg gera at hava eitt blað í Føroyum, ið var til kvinnur. Tað vóru mong ið hildu at Føroyar var ov lítið til eitt tílíkt blað, og sum ivaðust í um tað fór at verða gjørligt at framhaldandi finna Kvinnur at tosa við.

Nú tá ið Kvinna hevur 10 ár á baki heldur Siri, at tað er ein marknaður fyri einum føroyskum blaðið til kvinnur.

- Meðan fleiri onnur bløð hava merkt harðar tíðir, hevur Kvinna klára seg sera væl, og hevur enntá havt framgongd tey seinastu tvey árini, sigur Siri, og leggur afturat, at Kvinn ætlar sær at halda áfram í mong ár enn.