Uniform
Tá talan er um eina fiskivinnumessu, so er tað hóast alt framvegis so, at tað fyri tað nógva eru mannfólk, sum sýna fram fyri mannfólki.
Men soleiðis er tó ikki í øllum føurm. Millum luttakararnar á Fish-Fair í ár er eisini Durita Simonsen úr Fuglafirði. Hon rekur fyitøkuna, Uniform, sum húsast hjá Blika úti í Akranesgøtu. Hennara virkisøki er arbeiðsklæði og ? sum hon sjálv tekur til ? bara arbeiðsklæði.
- Vit hava valt at savna okkum um eitt serstakt virkisøki, heldur enn at royna eftir øllum. Sjálvandi kundu vit eisini selt kúlupennar og reklamulutir, men tað viðførir ofta, at tú verður ov smábýtt millum fleiri ting, og tað vil eg ikki. Við at savna orkuna um eitt øki, meti eg, at serkunnleikin og tænastan innan hetta kann gerast optimal, staðfestir hon.
Hørð kapping
Hóast tey soleiðis hava valt at leggja seg á eina nichu á marknaðinum, so ásannar Durita, at kappingin innan økið er knallhørð.
- Hóast vit hava eitt breitt úrval av bæði vanligum Kansas-arbeiðsklæðum, kitlum og profil-klæðum, so eru vit jú langt ífrá einsamøll. Tað eru jú bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur, sum eisini virka innan hetta, og tað gevur eina harða kapping.
- Tað gevur viðhvørt úrslit í, at fyritøkur velja at keypa beinleiðis úr t.d. Danmark, tí tey her meta seg fáa ein betri prís. Hinvegin ivist eg í, hvussu nógv bíligari hetta er, tá tú so innroknar tað arbeiði, sum fyritøkurnar tá sjálvar mugu gera. Tað er jú altíð pappírsarbeiði v.m., tá vørur skulu innflytast. Tað nýtist einum virki ikki at hugsa um, um tey keypa gjøgnum okkum. Tá bíleggja tey eina vøru til ein ávísan prís, og so taka vit okkum av restini. Og tí haldi eg ikki, at tú einans skalt nýta listaprísin sum sammetingargrundarlag, staðfestir Durita.
Skal ikki vera sart
Sum veitari av arbeiðsklæðum, so er fiskivinnan eisini eitt náttúrligt virkisøki hjá Uniform. Tann parturin av arbeiðsmarknaðinum er í stóran mun domineraður av mannfólki, og Durita ásannar eisini, at hetta í einstøkum førum kann vera ein forðing.
- Eg vil ikki siga, at tað er ein trupulleiki, tá tú skalt á søluvitjan á einum mannfólkadomineraðum virki. Men tú skalt í øllum førum ikki vera alt ov sart ? og tað eri heldur ikki, leggur hon flennandi afturat.
- Og hevur tú fyrst vant teg við tað, so er tað ikki so galið. Longu aðru og triðju ferð tú vitjar virkið, so er tað nógv lættari, so tað er altso ikki soleiðis, at eg verði avvíst, bara tí eg eri konufólk, staðfestir hon.