Iran sendir eitt nýtt sendifólk til Danmarkar, og tað verður ein kvinna, Afsaneh Nadipour.
Hon veðrur fjórða sendiKVINNAN, sum landið havur havt, skrivar iranska tíðindastovan IFP.
Nadipour hevur fyrr arbeitt sum hjálparfólk hjá iranska uttanríkisráharranum, Kohammad Javad Zarif. Hon hevur eisini arbeitt sum ráðgevi hjá føstu missiónini í Haag hjá felagsskapinum til forboð ímóti kemiskum vápnum, OPCW.
Hon var fyrr í dag og heilsaði upp á iranska forsetan, Hassan Rouhani.
Tilsaman vóru 13 nýggj sendifólk á vitjan hjá iranska forsetanum, skrivar blaðið Teheran Times.
Hann bað tey yvir fyri nýggju vertslondunum sínum leggja dent á potentialið hjá Iran sum eitt land, har tað lønar seg at gera íløgur.
Iran er ógvuliga hart rakt av tiltøkunum hjá USA, sum Donald Trump, forseti hevur sett í verk. Tað hendi, eftir at hann tók USA úr altjóða kjarnorkuavtaluni við Iran.
Tað verður ikki upplýst, nær Afsaneh Nadipour tekur við sum sendikvinna í Danmark.
/ritzau/

Kvinna verður sendifólk fyri Iran í Danmark

