Kvinnan arbeiðir ikki – hon ger seg upp

Í seinastuni hevur Arbeiðsloysisskipanin havt lýsingar í bløðunum um eitt skeið fyri handverkarar. Myndin í lýsingini hevur nú fingið fólk at stúrsa við.

Ein teirra er fólkalívsfrøðingurin, Marsanna Petersen sum hevur sæð lýsingina og sum undrast á, hvat ALS vil við hesi lýsingini.

Í viðmerking, sum hon hevur sent Sosialinum vísir hon til lýsingarmyndina, sum avmyndar eina kvinnu í belti við amboðum og borimaskinu í aðrari hondini.

- Kvinnan vendir sær móti hyggjaranum og hyggur viðkomandi í eyguni. Hon er í atsitandi niðurringaðum toppi, og er sostatt ber um armarnar og á bringuni uppi yvir bróstunum, vísir Marsanna á.

Hennara spurningur er tí: Hvat er sambandið millum myndina og handverkaraskeiðið hjá ALS?

- Vit vita, at handverkarafakið er mansdominerað. Hevur ALS valt at hava eina kvinnu á lýsingini fyri at fáa kvinnur at koma á skeiðið? Um hetta er ætlanin, undrar tað meg, at vit ikki síggja eina arbeiðandi kvinnu á myndini, slær hon fast.

Myndin í lýsingini vísir hinvegin eina kvinnu við amboðum uppiá sær, men sum hon ikki brúkar. Hon er heldur í “arbeiðsklæðum”.

- Sostatt arbeiðir kvinnan ikki, men poserarar og er til framsýning. Á henda hátt er kvinnan í lýsingini hjá ALS til áskoðan og sostatt eitt objekt.

- Soleiðis sum hon er ílatin og poserar, er hon eitt sexobjekt, vísir Marsanna Petersen millum annað á.

(Vit hava spurt ALS um, hví tey júst valdu hesa myndina til lýsingina. Stjórin, Ernst Jacobsen situr á fundi í løtuni, men kemur væntandi við eini viðmerking seinni!)