Í fyrri hálvleiki vóru finsku kvinnurnar á odda. Føroyingarnir høvdu eina trilvandi byrjan og vóru aftanfyri við fýra málum.
Hálvleiksstøðan var 10-9 til Finnland, sum eisini byrjaði betri í seinna hálvleiki. Men miðskeiðis í hálvleikinum komu føroysku kvinnurnar framum og hildu seg frammanfyri restina av dystinum.
Annika Fríðheim Petersen stóð væl í føroyska málinum og hevði ikki færri enn 17 bjaringar. Toppskorarar vóru Marita Mortensen og Marianna Eystberg við hvør sínum fýra málum.
##ms##
Vinna føroysku kvinnurnar eisini dystin sunnudagin ímóti Ísrael, so eru tær víðari í øðrum umfari.
Dysturin varð spældur í høllini á Hálsi við ongum áskoðarum.
##med2##